YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 41

41
1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. 2Sælur er maður, ið hugsan fyri neyðstøddum hevur, á neyðardegi Harrin honum hjálpir. 3Harrin varðveitir hann og bjargar hans lívi, at hann má liva við lukku í landinum; hann gevur hann ikki hans fíggindum upp í hendur. 4Á sóttarsong Harrin hann styðjar, hans legu hann lættir undir sjúkum hans. 5Eg segði: «Harri, meg náða! Grøð mína sál, tí móti tær eg havi syndað!» 6Mínir fíggindar ynskja ilt yvir meg: «Man ikki skjótt hann doyggja og navn hans fara!» 7Um einhvør meg kemur at finna, er hann falskur í orðum, hans hjarta sankar saman illar tankar, hann út aftur fer og sigur frá teimum. 8Allir mínir øvundarmenn um meg saman teska, ilt teir ímóti mær hava í ráði: 9«Ein helsótt hevur hann søkt, hann, ið har liggur, skal ikki reisa seg aftur.» 10Sjálvt vinmaður mín, sum eg álit hevði á, sum hevur etið av mínum breyði, hann lyftir upp hælin móti mær. 11Men tú, Harri, náða meg og reis meg aftur, at eg kann løna teimum tað aftur! 12Av hesum veit eg, at tú góðsku til mín hevur, at fíggindi mín ikki seg frøir um meg. 13Fyri sakloysi mítt tú heldur mær uppi, letur meg standa fyri ásjón tíni allar ævir. 14Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Amen, amen!

Currently Selected:

Sálmarnir 41: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in