Sálmarnir 139
139
Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur.
1Harri, tú meg rannsakar og kennir. 2Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn. 3Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. 4Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. 5Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. 6Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur. 7Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni! 8Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har; 9lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav, 10eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda! 11Um eg sigi: «Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!» 12Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær. 13Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! 14Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. 15Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. 16Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til. 17Hvør torskilnar eru, Guð, mær hugsanir tínar, hvør miklar tær allar tilsamans! 18Vil eg tær telja, eru tær fleiri enn sandur, eg man vakna og vera enn hjá tær. 19Gævi tú, Guð, vildi drepa teir gudleysu, og at blóðsekir menn mær viku ífrá, 20teir, ið tær standa ímóti við svikum, teir, ið navn títt hava í fáfongd. 21Man eg ikki hata, Harri, hatarar tínar, man mær ikki standast við fíggindar tínar! 22Við fullum hatri eg teir hati, teir eru vorðnir óvinir mínir. 23Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! 24Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!
Currently Selected:
Sálmarnir 139: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society