YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 138

138
Av Dávidi.
1Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta, frammi fyri gudum eg vil tær lovsyngja. 2Eg vil níga niður fyri tínum heilaga templi, eg vil lova navni tínum fyri miskunn og trúfesti tína; tí dýrt hevur tú orð títt gjørt yvir alt títt navn. 3Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki. 4Lova tær, Harri, skulu allir kongar heimsins, tá ið teir hoyra orðini av tínum munni. 5Teir skulu syngja um vegir Harrans, tí at mikil er dýrd Harrans, 6tí at háur er Harrin og skoðar teir smáu, og tekkir teir hástóru langt burtur. 7Um eg í trongd eri staddur, tú letur meg halda lívi. Tú hond tína rættir út móti vreiði fígginda mína, og høgra hond tín mær hjálpir. 8Harrin vil gera alt mær fyri bestum. Harri, miskunn tín varir um ævir! Gev ikki upp verk handa tína!

Currently Selected:

Sálmarnir 138: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in