Sálmarnir 137
137
1Við áirnar í Bábel har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust til Zion; 2á pílatrøini har vit hongdu upp hørpur várar. 3Tí at har kravdu ránsmenn várir sangljóð av okkum, og kúgarar várir gaman: «Syngið fyri okkum úr Zionssongum!» 4Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund? 5Um eg teg, Jerúsalem, gloymi, tá visni mín høgra hond! 6Tunga mín hangi í gómanum føst, um ikki eg minnist til tín, um ikki eg seti Jerúsalem yvir mítt hægsta yndi! 7Muna, Harri, Edóms sonum Jerúsalems vanlukkudag! Tá ið teir rópaðu: «Rívið niður, rívið niður, líka niður í grund!» 8Bábels dóttir, tú sum oyðileggur! Sælur hann, ið tær lønar ta gerð, sum tú okkum gjørdi! 9Sælur hann, ið børn tíni tekur og slær tey í stein!
Currently Selected:
Sálmarnir 137: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society