Sálmarnir 136
136
1Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir! 2Takkið Guði gudanna, tí at miskunn hans varir um ævir! 3Takkið drotti drotnanna, tí at miskunn hans varir um ævir! 4Honum, ið eina ger mikil undur, tí at miskunn hans varir um ævir! 5Honum, ið skapaði himin við viti, tí at miskunn hans varir um ævir! 6Honum, ið breiddi út jørðina á vøtnunum, tí at miskunn hans varir um ævir! 7Honum, ið skapaði tey stóru ljós, tí at miskunn hans varir um ævir! 8Sólina til tess at ráða fyri deginum, tí at miskunn hans varir um ævir! 9Mánan og stjørnurnar at ráða fyri náttini, tí at miskunn hans varir um ævir! 10Honum, ið sló Egyptar við drápi av frumgitnum teirra, tí at miskunn hans varir um ævir! 11Og leiddi Ísrael burtur frá teim, tí at miskunn hans varir um ævir! 12Við sterkari hond og útrættum armi, tí at miskunn hans varir um ævir! 13Honum, ið skifti Reyðahavið sundur, tí at miskunn hans varir um ævir! 14Og læt Ísrael ganga ígjøgnum tað, tí at miskunn hans varir um ævir! 15Og koyrdi Fárao og her hans í Reyðahavið út, tí at miskunn hans varir um ævir! 16Honum, ið fólk sítt í oyðimørkini leiddi, tí at miskunn hans varir um ævir! 17Honum, ið miklar kongar sló, tí at miskunn hans varir um ævir! 18Og feldi veldigar kongar, tí at miskunn hans varir um ævir! 19Sihon, Ámoritakongin, tí at miskunn hans varir um ævir! 20Og Og, kongin í Básjan, tí at miskunn hans varir um ævir! 21Og gav teirra land til ognar, tí at miskunn hans varir um ævir! 22Til ognar hjá Ísrael, tænara sínum, tí at miskunn hans varir um ævir! 23Honum, ið mintist okkum í vesældómi várum, tí at miskunn hans varir um ævir! 24Og bjargaði okkum frá fíggindum várum, tí at miskunn hans varir um ævir! 25Honum, ið gevur øllum livandi breyð, tí at miskunn hans varir um ævir! 26Takkið Guði himnanna, tí at miskunn hans varir um ævir!
Currently Selected:
Sálmarnir 136: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society