YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 135

135
1Halleluja! Lovið Harrans navni, lovið, tit tænarar Harrans, 2ið standa í Harrans húsi, í forgørðum hús várs Guðs! 3Harranum lovið, tí góður er Harrin, leikið fyri navni hans, tí yndisligt tað er! 4Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals. 5Tí at eg veit, at mikil er Harrin, drottin vár, meiri enn allir gudar. 6Harrin ger alt tað, ið honum tykir á himni og á jørð, í havinum og djúpunum øllum. 7Hann leiðir skýggini upp frá endamarkum jarðar, letur snarljós verða at regni og sleppir storminum út úr goymslum sínum. 8Hann, ið teir frumgitnu Egyptalands sló, bæði menn og djór, 9sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, móti Fárao og øllum hans sveinum. 10Hann, ið mangar tjóðir sló og feldi veldigar kongar. 11Sihon, Ámoritakongin, og Og, kongin í Básjan, og kongaríki øll í Kánáan, 12og gav teirra land til ognar, til ognar hjá Ísrael, fólki sínum. 13Harri, navn títt varir um ævir, áminning tín, Harri, ætt eftir ætt; 14tí Harrin rætt veitir fólki sínum og eymkast yvir tænarar sínar. 15Skurðgudar heidninganna eru silvur og gull, verk av manna hondum. 16Munn teir hava, men tala ikki, eygu, men kunnu ei síggja. 17Oyru teir hava, men hoyra ikki, og eingin er andadráttur í munni teirra. 18Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir teir, ið á teir troysta. 19Ísraels ætt, Harranum lovið! Árons ætt, Harranum lovið! 20Levi ætt, Harranum lovið! Tit, ið Harran óttast, Harranum lovið! 21Lovaður veri Harrin frá Zion, hann, sum býr í Jerúsalem! Halleluja!

Currently Selected:

Sálmarnir 135: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in