YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 129

129
Ein pílagrímsferðarsongur.
1Mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum – so sigi Ísrael – 2mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum, men ikki teir vunnu á mær. 3Á mínum baki hava pløgingarmenn pløgt og gjørt foyrurnar langar; 4men Harrin er rættvísur, sundur hann sleit gudleysra manna reip! 5Við skommum skulu teir undan víkja allir fíggindar Zions, 6og verða sum grasið á tekjum, ið følnar, áðrenn tað er vaksið, 7so at sláttumaðurin ikki fær upp í nevan, og hoykonan ikki ein føvning, 8og tey, ið koma framvið, ikki siga: «Harrin signi tykkum!»

Currently Selected:

Sálmarnir 129: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in