YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 128

128
Ein pílagrímsferðarsongur.
1Sælur er hann, sum Harran óttast, og sum leiðir hans gongur. 2Tað, ið hendur tínar avrika, njóta tú skalt, sælur ert tú, væl veit tær við! 3Kona tín er sum eitt fruktagott víntræ inni í húsi tínum. Synir tínir sum oljukvistar rundan um borðið hjá tær. 4Ja, soleiðis verður signaður maður, ið ber fyri Harranum ótta. 5Harrin vil teg frá Zion vælsigna, glaður tú skoða skalt Jerúsalems eydnu allar dagar á ævi tíni. 6Og sonasynir tínar fært tú at síggja! Friður yvir Jerúsalem!

Currently Selected:

Sálmarnir 128: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in