YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 130

130
Ein pílagrímsferðarsongur.
1Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg, 2Harri, hoyr mína rødd! Oyru tíni lat lýða á mína bønligu reyst! 3Um tú, Harri, gavst syndunum far, Harri, hvør kundi tá staðið við? 4Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg. 5Eg Harranum bíði, sál mín bíðar, orð hans líti eg á. 6Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, 7Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn. 8Hann vil Ísrael loysa frá syndum tess øllum.

Currently Selected:

Sálmarnir 130: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in