Sálmarnir 127
127
Ein pílagrímsferðarsongur, av Sálomoni.
1Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. 2Til einkis fara tit tíðliga upp og ganga síðla til hvíldar og eta møðisamt breyð; tað sama hann vini sínum gevur í svøvni. 3Sí, ein Harrans gáva eru synir, lívsins frukt er ein løn. 4Sum ørvar í hond á kappa, so eru ungdóms synir. 5Sælur er maður, ið ørvahúsan fyltan hevur við teimum; teir verða ikki til skammar, tá teir í liðinum við fíggindar tingast.
Currently Selected:
Sálmarnir 127: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society