Sálmarnir 126
126
Ein pílagrímsferðarsongur.
1Tá ið Harrin vendi lagnu Zions, tá sum í dreymum vit gingu; 2tá av látri varð muður vár fullur, vár tunga av fagnaðarrópi; tá ljóðaði tað heidninganna millum: «Stórverk hevur Harrin móti hesum gjørt.» 3Ja, stórverk gjørdi Harrin móti okkum, og fegin vit vórðu. 4Harri, vend tú lagnu vári sum áarløkum í suðurlandi! 5Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleði. 6Grátandi fara tey sáandi sáðið, fegin koma tey berandi bundi.
Currently Selected:
Sálmarnir 126: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society