YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 125

125
Ein pílagrímsferðarsongur
1Teir, ið á Harran líta, eru sum Zions fjall, ið ikki vikast um ævir; 2fastur hann stendur sum Jerúsalem, ið fjøll eru uttan um; og Harrin um fólk sítt er nú og um allar ævir. 3Tí ikki skal gudloysis kongsstavur hvíla á arvalutinum hjá teimum rættvísu, fyri at rættvísir ei skulu rætta hendur sínar at misgerð. 4Harri, ger væl ímót teimum góðu og teimum, ið hava eitt reiðuligt hjarta! 5Men teir, ið ganga sniðgøtur sínar, vil Harrin lata farast saman við illgerðarmonnum. Friður yvir Ísrael!

Currently Selected:

Sálmarnir 125: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in