Sálmarnir 124
124
Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi. 1Um ikki Harrin hevði við okkum verið, soleiðis Ísrael sigi! 2Um ikki Harrin hevði við okkum verið, tá menniskjur reistust mót okkum, 3so høvdu tær okkum livandi etið, tá vreiði teirra birtist mót okkum, 4so høvdu aldurnar skolað okkum burtur, flóðin var farin upp um vára sál; 5so høvdu teir brotið um vára sál, teir óføru sjógvar. 6Lov fái Harrin, ið ei gav okkum upp sum bráð fyri tonnum teirra! 7Sál vár rætt sum fuglurin slapp úr fuglamansins snerru. Snerran fór sundur, og sloppin vit vóru. 8Í Harrans navni er okkara hjálp, skapara himmals og jarðar.
Currently Selected:
Sálmarnir 124: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society