YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 119

119
1Sælir eru teir, ið rættan veg ganga, sum halda seg eftir Harrans lóg. 2Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja, 3sum ikki nakran órætt gera, men ganga á leiðum hans. 4Tú hevur boð tíni givið, at ein teimum væl skal ansa. 5Gævi mínir vegir verða so fastir, at eg má halda viðtektir tínar! 6Tá skal eg ikki verða til skammar, tá ið eg líti at øllum tínum boðum. 7Av heilum hugu eg vil tær takka, tá ið eg læri tínar rættvísu dómar. 8Eg tínum ráðum vil geva gætur, so vilt tú aldri frá mær fara.
9Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum. 10Av øllum mínum hjarta eg havi teg søkt, lat meg ei villast frá boðum tínum burtur! 11Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær. 12Lovaður veri tú, Harri, kenn mær boðorð tíni! 13Við mínum vørrum rokni eg upp allar avgerðir av tínum munni. 14Eg gleðist um vegir vitnisburða tína alvæl meira enn um ríkdóm. 15Um tíni boðorð grunda eg vil og hyggja at vegum tínum. 16Um lógir tínar fegnist eg, og orð tíni ikki eg gloymi.
17Unna tænara tínum at liva, at eg kann orð tíni halda! 18Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg! 19Fremmandur eg eri í heimi, fjal ikki fyri mær ráðini tíni! 20Sál mín pínist av longsli á hvørji stund eftir avgerðum tínum. 21Tú hóttir teir freku, teir bannaðir eru, ið víkja frá tilskilan tíni. 22Tak burtur av mær skomm og spott, tí samtyktir tínar havi eg hildið! 23Um so høvdingar leggja móti mær ráð, hugsar um boð tíni tænari tín. 24Vitnisburðir tínir eru mín lyst, eru ráðamenn mínir.
25Sál mín við dusmið hongur, lívga meg eftir orðum tínum! 26Eg greiddi frá vegum mínum, tú meg bønhoyrdi, kenn mær boðorð tíni! 27Lat meg skilja vegin í boðum tínum, at eg kann grunda um undur tíni! 28Sál mín grætur av sorg, reis meg upp eftir orði tínum! 29Halt lygigøtu frá mær burtur, gev mær í náði tína lóg! 30Trúskapar gøtu havi eg valt, samtyktir tínar stundi eg á. 31Við viðtektir tínar hangi eg fastur. Harri, lat meg ei verða til skammar! 32Eg renni veg vitnisburða tína, tí hjarta mítt uggaði tú.
33Kenn mær, Harri, veg boðorða tína, at eg tey til enda kann halda! 34Lýs upp hug mín at halda tína lóg og henni fylgja av øllum mínum hjarta! 35Leið meg á gøtu boðorða tína, tí til hennara havi eg tokka! 36Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning! 37Vend mínum eygum frá at hyggja at fáfongd, lívga meg við tínum orði! 38Staðfest fyri tænara tínum sagnir tínar, sum geva ótta til tín. 39Tak skomm mína burtur, sum eg stúri fyri, tí góðar eru ráðagerðir tínar! 40Sí, mær leingist eftir boðorðum tínum, lívga meg við rættvísi tíni! 41Lat góðsku tína verða mær fyri, Harri, frelsu tína eftir tínum orðum, 42at eg kann geva mínum spottarum svar, tí at orð títt líti eg á! 43Tak ikki sannleikans orð mær heilt úr munni, tí eftir avgerðum tínum eg bíði! 44Lat meg altíð lóg tína halda um aldur og allar ævir, 45so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki. 46Um vitnisburðir tínar eg fyri kongum vil tala, og ikki eg verða skal fyri skommum. 47Gleðast eg vil um boðorð tíni, sum eg eri góður við. 48At tínum elskaðu boðum eg hondina rætti og grundi um forskriftir tínar.
49Minst til orð títt fyri tænara tínum, tí at tú hevur latið meg vóna! 50Tað er í neyðini uggan mín, at orð títt hevur meg hugað. 51Frekir meg háða í stórum, men eg lóg tíni ei víki frá. 52Eg minnist tínar dómar í forðum, Harri, og uggan eg fái. 53Eg brennandi vreiður um teir gudleysu eri, sum lóg tíni frá eru falnir. 54Til sangir vórðu mær boðorð tíni í útlegdar húsi mínum. 55Eg minnist, Harri, navn títt á nátt og gevi lóg tíni gætur. 56Hetta er mær fallið í lut at halda boðorð tíni.
57Lutur mín Harrin er, eg havi sett mær fyri at halda tíni orð. 58Eg teg bønliga bað av øllum mínum hjarta, náða meg eftir orðum tínum! 59Um mínar vegir eg hugsað havi og fót mín flutt aftur til viðtektir tínar. 60Eg skundaði mær og bíðaði ikki við at halda samtyktir tínar. 61Snerrur gudleysra manna um meg eru, men lóg tína eg ikki havi gloymt. 62Á miðjari nátt eg fari upp tær at prísa fyri tínar rættvísu reglur. 63Eg eri felagi teirra, ið óttast teg og halda avgerðir tínar. 64Miskunn tín, Harri, jørðina fyllir, kenn mær boðorð tíni!
65Væl hevur tú tínum tænara gjørt, Harri, eftir orðum tínum. 66Lær meg gott vit og skil, tí á boðorð tíni eg líti! 67Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. 68Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni! 69Vándir meg dálka við lygnum, men av øllum hjarta eg haldi tíni boð. 70Feitt sum tálg er hjarta teirra, men eg um lóg tína glaður eri. 71Tað var mær at gagni, at eg boygdur varð, so at eg kann læra forskriftir tínar. 72Lógin av munni tínum er mær betri enn gull og silvur í túsundtali.
73Hendur tínar hava meg gjørt og meg skapað, kenn mær, at eg boð tíni læri! 74Lat tey, ið teg óttast, meg síggja og gleðast, tí eftir orðum tínum eg bíði! 75Harri, eg veit, at tíni ráð eru rættvís, og at tú í trúskapi hevur meg boygt. 76Lat góðsku tína verða mín uggan eftir orðum tínum til tænara tíns! 77Lat miskunn tína verða mær fyri, at eg liva má; lóg tín er mín lyst! 78Lat vándar skammast, tí við lygnum teir órætta meg, eg grundi um samtyktir tínar. 79Lat teir venda sær til mín, ið teg óttast, og teir, ið kenna avgerðir tínar! 80Lat hjarta mítt vera fullkomið í tínum boðum, at eg ikki má verða til skammar!
81Sál mín tráar eftir frelsu tíni, eftir tínum orði eg bíði. 82Eygu míni tráa eftir orðum frá tær, eg sigi: Nær vilt tú veita mær ugga? 83Tí eg eri eins og leðursekkur í royki, men boð tíni eg ikki havi gloymt. 84Hvussu mangir eru dagar tænara tíns. Nær vilt tú døma mínar øvundarmenn? 85Frekir hava gravað fyri mær gravir, menn, sum ikki lóg tína halda. 86Trúføst eru øll boðorð tíni, við lygnum teir eftir mær eru, mær hjálp! 87Tætt við teir hava oytt meg í landinum, men samtyktir tínar eg ikki havi svikið. 88Lívga tú meg eftir mildi tíni, at eg kann goyma vitnisburðin av tínum munni!
89Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni. 90Ætt eftir ætt varir trúskapur tín, tú jørðina grundaði, og hon stendur. 91Samtyktir tínar standa við, tað eru tær, ið hava hildið tínum tænara uppi. 92Hevði lóg tín ikki verið mín lyst, so var eg í eymd míni farin til grundar. 93Boðorð tíni eg onga tíð gloymi, tí við teimum tú hevur meg lívgað. 94Tú meg eigur, hjálp tú mær, tí boðorðum tínum eg spurt havi eftir! 95Vándir mær bíða, meg at týna, men vitnisburðum tínum gevi eg gætur. 96Fyri øllum fullkomnum síggi eg mark, men boð tíni hava ei mál.
97Hvør eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga. 98Boðorð tíni meg vísari gera um fíggindar mínar, tí altíð tey eru mær hjá. 99Eg klókari eri enn allir lærarar mínir, tí um vitnisburðir tínar eg grundi. 100Eg vitugari eri enn teir gomlu, tí um samtyktir tínar eg hugsi. 101Frá hvørjum illum vegi eg fóti mínum haldi aftur, fyri at halda mær á tínum vegi. 102Frá avgerðum tínum eg ei eri vikin, tí tú hevur givið mær kunnskap. 103Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn! 104Við boðorðum tínum eg klókskap havi fingið, tí eg hati hvørja lygigøtu.
105Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. 106Svorið eg havi og tað hildið, at halda tínar rættvísu reglur. 107Sára eg niðurboygdur eri, Harri, meg lívga eftir orði tínum! 108Lat ofrið av mínum munni tær dáma, og kenn mær, Harri, forskriftir tínar! 109Altíð eg gangi við lívinum í hondunum, men lóg tína ikki eg gloymi. 110Vándir seta fyri meg snerrur, men frá boðum tínum eg ikki eri vilstur. 111Vitnisburðir tínir eru ogn mín um ævir, tí mín hjartans gleði teir eru. 112Eg mínum hjarta havi vent at gera tíni boð um ævir og alt til enda.
113Eg teir tvísintu hati, men eg lóg tína elski. 114Skjól mítt og skjøldur tú ert, tínum orðum eg bíði. 115Víkið frá mær, vándir menn, eg Guðs míns boð vil halda! 116Styðja meg eftir tínum orði, at eg má liva, og lat í míni vón meg ikki verða til skammar! 117Halt mær uppi, at eg má verða frelstur og altíð við gleði at boðum tínum líta! 118Tú allar teir vrakar, ið havna tíni boð, tí ástundan teirra er lygn. 119Eins og berskaka tú metir allar vándar á jørð, harfyri eg elski vitnisburðir tínar. 120Tað ristir í mínum kjøti av ræðslu fyri tær, fyri ráðum tínum eg óttist.
121Eg rætt og skjal havi gjørt, gev meg ikki upp til kúgarar mínar! 122Gakk í veður fyri tænara tín, lat ikki frekar meg kúga! 123Eygu míni tráa eftir frelsu tíni og eftir tíni rættvísu talu. 124Ger við tænara tín eftir miskunn tíni og kenn mær boðorð tíni! 125Tænari tín eg eri; gev mær vit, at eg má kenna samtyktir tínar. 126Tíð er hjá Harranum okkurt at gera, teir hava lóg tína brotið. 127Tí eg elski boðorð tíni meira enn gull og gripir. 128Tí eg haldi mær eftir øllum tínum boðum, og hvørja lygigøtu eg hati.
129Vitnisburðir tínir undurfullir eru, tí tekur sál mín teir vara. 130Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar. 131Eg munn mín opni og mungi, tí eg stundi á boðorð tíni. 132Vend tær til mín og náða meg, sum rætt er mót teimum, ið navn títt elska! 133Fest míni fet við orðum tínum, lat ongan órætt mær valda! 134Bjarga mær úr yvirgangi manna, at eg kann halda samtyktir tínar! 135Lat andlit títt lýsa yvir tænara tínum og kenn mær boðorð tíni! 136Áarløkir renna úr eygum mínum, tí teir ikki lóg tína halda.
137Rættvísur ert tú, Harri, og rættir eru dómar tínir. 138Samtyktir tínar tú í rættvísi gjørdi og í trúskapi miklum. 139Mítt yvri hevur meg etið, tí fíggindar mínir hava gloymt tíni orð. 140Heilt er reinsað tala tín, og tænari tín hana elskar. 141Lítil eg eri og lítið virdur, men boðorð tíni eg ikki havi gloymt. 142Rættvísi tín um ævir er rættur, og lóg tín trúfesti er. 143Neyð og trongd meg hava rakað, men boð tíni eru mín lyst. 144Samtyktir tínar eru rættur um ævir, gev mær skyn, at eg má liva!
145Eg rópi av øllum hjarta, svara mær, Harri, eg haldi tíni boð! 146Eg á teg kalli, hjálp tú mær, at eg kann fylgja samtyktum tínum! 147Árla í lýsing eg rópi og bíði eftir orðum tínum. 148Míni eygu eru undan vøkunum vakin fyri at grunda um tíni orð. 149Hoyr mína rødd eftir mildi tíni, lívga meg, Harri, eftir ráðum tínum! 150Nær eru teir, ið hugsa um illgerð, langt teir eru frá lóg tíni burtur. 151Tú, Harri, ert nær, og sannleikur eru øll tíni boð. 152Úr forðum veit eg av vitnisburðum tínum, at tú teir um ævir hevur grundað!
153Hygg til mína stóru neyð og mær hjálp, tí lóg tína eg ikki havi gloymt! 154Stríð fyri sak mína og loys meg út, lívga meg eftir orðum tínum! 155Fjart er frelsan frá vándum burtur, tí eftir boðum tínum ikki teir spyrja. 156Mikil er, Harri, miskunn tín, lívga meg eftir ráðum tínum! 157Mangir eru fíggindar og hatarar mínir, frá samtyktum tínum eg ikki eri vikin. 158Eg trúleysar havi sæð og fekk vaml, tí orð tíni ikki teir hildu. 159Sí, eg elski vitnisburðir tínar, Harri, lívga meg eftir tíni miskunn! 160Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð.
161Uttan grund at mær høvdingar søkja, men hjarta mítt orð tíni óttast. 162Glaður eg eri um talu tína sum maður, ið veiðir góðan fong. 163Lygn eg hati og skýggi, men lóg tína havi eg elskað. 164Sjey ferðir um dagin eg tær lovi fyri tínar rættvísu dómar. 165Miklan frið eiga teir, ið lóg tína elska, og eingin er meinbogin teimum fyri. 166Eg frelsu tíni bíði, Harri, og boðorð tíni eg haldi. 167Vitnisburðir tínar sál mín goymir, og so sára eg teir elski. 168Eg samtyktir tínar og boð tíni haldi, tí allir mínir vegir eru tær fyri eygum.
169Lat neyðarróp mítt koma fyri títt andlit, gev, Harri, mær skyn eftir orðum tínum! 170Lat mína stynjan koma fyri ásjón tína, bjarga mær eftir orðum tínum! 171Varrar mínar skulu lov títt floyma, tí boð tíni tú mær kennir. 172Tunga mín syngur um tíni orð, tí rættvísi eru øll boðorð tíni. 173Hond tín mær komi til hjálpar, tí valt eg havi samtyktir tínar! 174Mær leingist, Harri, eftir frelsu tíni, og lóg tín er mín lyst. 175Lat sál mína liva, at eg kann tær lova, og ráð tíni mær verði til hjálpar! 176Villur eg fór, leita upp tænara tín sum ein burturvilstan seyð, tí samtyktir tínar eg ikki havi gloymt!

Currently Selected:

Sálmarnir 119: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in