Sálmarnir 118
118
1Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! 2Taka skal Ísrael undir: «Ja, miskunn hans varir um ævir!» 3Siga skal Árons ætt: «Ja, miskunn hans varir um ævir!» 4Siga skulu teir, ið Harran óttast: «Ja, miskunn hans varir um ævir!» 5Úr trongdini eg rópti á Harran, á víðavangi meg Harrin bønhoyrdi. 6Harrin er við mær, ikki eg óttist, hvat kunnu mær menniskjur gera? 7Harrin er hjálparmaður mín, við lyst eg man mínar hatarar síggja. 8Betri er til Harrans at leita enn á menniskjur at líta. 9Betri er til Harrans at leita enn á høvdingar at líta! 10Heiðin fólk øll søktu at mær, í Harrans navni eg av teimum vann. 11Frá øllum síðum tey kringsettu meg, í Harrans navni eg av teimum vann. 12Tey flyktust um meg sum býflugur um vaks, (í Harrans navni eg av teimum vann). Tey leikaðu sum eldur í tornagreinum, í Harrans navni eg av teimum vann. 13Eg árendur varð og var komin til fals, men Harrin var mær til hjálpar. 14Máttur mín og lovsongur Harrin var, og hann varð mær til frelsu. 15Gleðiróp hoyrast og sigursljóð í tjaldbúðum rættvísra manna: 16«Harrans høgra hond kraftarverk innir, Harrans høgra hond hevjað er, Harrans høgra hond kraftarverk innir!» 17Ikki eg doyggja skal, men liva og siga frá gerningum Harrans. 18Harðliga hevur Harrin meg revsað, men ikki hann til deyðans meg gav. 19Latið upp fyri mær rættvísiportur, at eg kann fara inn og Harranum lova! 20Hetta er Harrans portur, rættvísir her ganga inn! 21Eg tær lovi, tí at tú meg bønhoyrdi, og tú mær til frelsu ert vorðin! 22Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er vorðin hornsteinur. 23Frá Harranum hetta er komið, tað er undurfult í várum eygum. 24Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum! 25Á, Harri, gev tú tá frelsu! á, Harri, lat tað tá eydnast! 26Vælsignaður veri hann, sum kemur í Harrans navni! Frá Harrans húsi vit tykkum vælsigna. 27Harrin er Guð, og hann gjørdi tað ljóst fyri okkum! Sláið ring við greinum og dansið at altarsins hornum! 28Guð mín ert tú, eg vil tær lova. Guð mín, eg vil tær lovprísa! 29Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!
Currently Selected:
Sálmarnir 118: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society