1
Sálmarnir 119:105
BÍBLIA
FB
Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.
Compare
Explore Sálmarnir 119:105
2
Sálmarnir 119:11
Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær.
Explore Sálmarnir 119:11
3
Sálmarnir 119:9
Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum.
Explore Sálmarnir 119:9
4
Sálmarnir 119:2
Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja
Explore Sálmarnir 119:2
5
Sálmarnir 119:114
Skjól mítt og skjøldur tú ert, tínum orðum eg bíði.
Explore Sálmarnir 119:114
6
Sálmarnir 119:34
Lýs upp hug mín at halda tína lóg og henni fylgja av øllum mínum hjarta!
Explore Sálmarnir 119:34
7
Sálmarnir 119:36
Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning!
Explore Sálmarnir 119:36
8
Sálmarnir 119:71
Tað var mær at gagni, at eg boygdur varð, so at eg kann læra forskriftir tínar.
Explore Sálmarnir 119:71
9
Sálmarnir 119:50
Tað er í neyðini uggan mín, at orð títt hevur meg hugað.
Explore Sálmarnir 119:50
10
Sálmarnir 119:35
Leið meg á gøtu boðorða tína, tí til hennara havi eg tokka!
Explore Sálmarnir 119:35
11
Sálmarnir 119:33
Kenn mær, Harri, veg boðorða tína, at eg tey til enda kann halda!
Explore Sálmarnir 119:33
12
Sálmarnir 119:28
Sál mín grætur av sorg, reis meg upp eftir orði tínum!
Explore Sálmarnir 119:28
13
Sálmarnir 119:97
Hvør eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga.
Explore Sálmarnir 119:97