YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 115

115
1Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir! 2Hví skulu heiðin fólk siga: «Hvar er nú teirra Guð?» 3meðan Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir! 4Skurðgudar teirra eru silvur og gull, gjørdir av mannahondum. 5Teir hava munn, men tala ikki, hava eygu, men kunnu ei síggja, 6hava oyru, men kunnu ei hoyra, hava nasar, men kenna ikki lukt, 7hava hendur, men kunnu ei taka, hava føtur, men kunnu ei ganga, ei teir mæla við sínum barka. 8Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir, ið líta á teir. 9Men Ísrael lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. 10Árons ætt lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. 11Teir, ið Harran óttast, líta á Harran, hann er teirra hjálp og verja. 12Harrin okkum minnist, hann vil vælsigna. Ísraels ætt vil hann signa, Árons ætt vil hann signa. 13Teir, ið Harran óttast, vil hann signa, øll, bæði smá og stór. 14Harrin vil lata tykkum vaksa, tykkum og tykkara børn. 15Av Harranum eru tit signað, ið skapaði himmal og jørð. 16Himmalin er himmal fyri Harranum, men jørðina hann menniskjum gav. 17Teir deyðu ei Harranum lova, og eingin teirra, sum í kvirr fóru niður. 18Men vit, vit vilja Harranum lova nú og um allar ævir. Halleluja!

Currently Selected:

Sálmarnir 115: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in