Sálmarnir 114
114
1Tá úr Egyptalandi Ísrael fór, Jákups hús frá fólkinum við fremmandum máli, 2varð Júda halgidómur hans, og Ísrael ríki hans. 3Havið sá tað og flýddi, Jórdan hevði seg burtur. 4Fjøllini lupu sum veðrar, brekkur sum ungir hjørtir! 5Hvat bagir tær, hav, at tú flýggjar, og Jórdan, at tú hevur teg frá? 6Hví leypa tit, fjøll, eins og veðrar, tit brekkur sum ungir hjørtir? 7Fyri Harrans ásjón skelvi tú, jørð, fyri ásjón Jákups Guðs! 8Hann sum umskapar bergið til vøtn, harða klettin til keldur!
Currently Selected:
Sálmarnir 114: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society