YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 111

111
1Halleluja! Eg vil Harranum lova av øllum hjarta, har rættvísir koma saman á fundi. 2Mikil eru Harrans verk, gjøgnumhugsað eftir øllum sínum málum. 3Hátign og dýrd er virkan hans, um ævir stendur rættvísi hans. 4Undrum sínum hann setti eitt minni, náðigur er Harrin og miskunnsamur. 5Hann føðslu gevur teimum, ið óttast hann, altíð hann minnist sáttmála sín. 6Mátt gerninga sína hann fólki sínum boðar við teimum at geva heidninganna ognir. 7Trúfesti og rættferð hans handaverk er, álítandi eru boðorð hans øll; 8føst tey standa um allar ævir, gjørd tey eru í sannleika og rætti. 9Endurloysing hann fólki sínum sendi, hann sáttmála sín hevur skipað um ævir; heilagt og øgiligt navn hans er. 10Harrans ótti er upphav at vísdómi, klókskapur góður hjá øllum, ið taka har eftir. Lov hans varir um allan aldur.

Currently Selected:

Sálmarnir 111: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in