YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 110

110
Av Dávidi; ein sálmur.
1Harrin segði við harra mín: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar. 2Frá Zion skal Harrin rætta út veldis tíns kongastav, ráð tú mitt millum fígginda tína. 3Á herstevnudegi kemur fúsliga fólk títt til funda á heilagum fjøllum; úr fangi morgunroðans kemur til tín ungdóms tíns døgg. 4Svorið hevur Harrin og ikki tað angrar: Tú prestur skalt verða um allar ævir á Melkisedeks vísi.» 5Harrin stendur tær við høgru lið, á sínum vreiðidegi hann kongar týnir. 6Heidninganna millum heldur hann dóm, fyllir við líkum, høvur høggur um víðan vøll. 7Hann drekkur úr ánni á vegnum, tí ber hann høvur sítt hátt.

Currently Selected:

Sálmarnir 110: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in