Sálmarnir 112
112
1Halleluja! Sælur er sá, ið Harran óttast og boð hans elskar av sonnum; 2mikið á fold verður avkom hans, ætt hins rættvísa verður vælsignað. 3Vælmegn og ríkidømi í húsi hans er, vælferð hans stendur við allar ævir. 4Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er. 5Sælur er maður, ið gávumildur er og fegin lænir og allar leiðir sínar gongur í rættferð. 6Tí aldri hin rættvísi vikast, í ævigum minni hann verður. 7Fyri ringum tíðindum ikki hann ræðist, hans hjarta er trygt og lítur á Harran; 8hans hjarta er fast og uttan ótta, til tess at hann við lyst skoðar fíggindar sínar. 9Hann býtt hevur út og teim fátæku givið, um ævir rættferð hans stendur, í æru hans horn eru reist. 10Hin gudleysi sær tað og harmast, bítur saman tenn og fer til grundar; vón teirra gudleysu verður til einkis.
Currently Selected:
Sálmarnir 112: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society