YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 109

109
Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur.
1Mín lovsongs Guð, tú ei tigandi ver! 2Tí gudloysis munn teir móti mær opna, við lygutungu teir við meg tala, 3við hataraorðum teir kringseta meg og søkja at mær fyri einki. 4Aftur fyri kærleika mín forfylgja teir meg, sum hildið havi bøn fyri teimum. 5Gott teir mær løna við illum, við hati fyri kærleika mín. 6Revsa hann fyri gudloysi hans! Lat ein klagara standa við hans høgru lið! 7Lat hann sekan ganga av rættinum út og bøn hans veri honum at synd! 8Lat dagar hans fáar verða, og ein annan taka tað, honum var lagað! 9Lat børn hans faðirleys verða, og hústrú hans einkju sita! 10Lat tey sum biddarar fara umkring, verða rikin burtur frá sínum oydda heimi! 11Lat okurkallin taka alla hans ogn, og fremmandar ræna hans góðs! 12Lat ongan várkunna honum, og ongan eymka hans faðirleysu børn! 13Lat eftirslekt hans fara til grundar, við ættarliði einum hans navn verða strokið! 14Gævi, at Harrin minnist faðirs hans misgerð, og at móður hans synd ei verður gloymd! 15Gævi, at tær altíð verða Harranum í huga, og at minni hans verður oytt burt av foldum! 16Tí at hann ikki hugsar um miskunnarverk, men hin arma og neyðstadda pínir, og hin hjartabrotna vil drepa! 17Hann bølbiðjan elskar – lat tað hann raka! Hann signing hatar – lat tað frá honum víkja! 18Lat hann klæðast í bølbiðjan, sum eini klæði, lat tað koma í búk hans sum vatn og í liðir hans eins og olja! 19Tað veri honum sum búni, hann gongur í, sum belti, hann altíð hevur! 20Hetta veri frá Harranum lønin hjá fíggindum mínum og hjá teimum, ið ilt um meg tala. 21Men tú, Harri, drottin mín, hjálp mær fyri navns tíns sakir! Góð er jú náði tín, bjarga mær tí! 22Tí at armur og eymur eg eri, og hjarta mítt stynur mær í brósti. 23Eg fari sum skuggin, ið hellir, sum grashoppur eg út verði tveittur; 24knæ míni rista av føstu, hold mítt skorpnar, tí eingin er salvan. 25Eg teimum eitt spott eri vorðin, tey rista við høvdinum, tá tey meg síggja. 26Hjálp mær, Harri, mín Guð, bjarga mær av tíni náði, 27so at teir sanna, at hond tín tað var, at tað vart tú, Harri, ið tað gjørdi! 28Lat teir bert banna, tá tú vilt vælsigna! Lat fíggindar mínar verða til skammar, men tænara tín seg gleða! 29Lat øvundarmenn mínar verða klæddar í skomm, verða huldar í skemd sum í skikkju! 30Eg Harranum almikið takka vil, í mannfjøld eg honum vil lova. 31Tí fátækum hann stendur við lið fyri at frelsa hann frá teimum, ið hann døma.

Currently Selected:

Sálmarnir 109: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in