YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 108

108
1Ein songur, ein sálmur, av Dávidi. 2Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín, vakna! 3Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja! 4Fólkanna millum eg tær, Harri, vil lova, blant fólkasløg eg um teg vil syngja, 5tí til himna upp røkkur tín miskunn og til skýggja trúfesti tín! 6Sýn teg, Guð, í hátign á himni, um allan heimin veri tín dýrd! 7Til tess at tínir vinir mega bjargaðir vera, hjálp tú við høgru hond tíni og bønhoyr meg! 8Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði eg vil Sikem býta sundur, Sukkots-dal vil eg skifta. 9Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur. 10Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland.» – 11Men hvør skal meg føra til hin fasta stað, hvør vil meg leiða til Edóm? 12Tú hevur, Guð, jú rikið okkum burtur, við herum várum tú, o Guð, ikki fylgir út! 13Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp! 14Við Guðs hjálp vit skulu stórverk vinna, várar fíggindar hann í mold treður niður.

Currently Selected:

Sálmarnir 108: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in