YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 107

107
1Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! 2So tala tey, ið Harrin loysti, ið hann út úr neyð hevur loyst, 3ið hann hevur savnað saman úr londum, úr eystri og vestri, úr norðri og suðri. 4Teir, sum í oyðimørk viltust og á heiðum og ei funnu leiðir til bygda, 5sum píndust av svongd og av tosta, so í teimum maktaðist sálin, 6sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum 7og beindi aftur á rætta leið, so at teir vunnu fram til bygda, 8teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, 9tí at hann mettaði deyðkomna sál, við góðum hann máttleysa sál aftur menti. 10Teir, sum í myrkri sótu og heljarskuggum, av vesæladómi og jarni bundnir, 11tí at teir høvdu treiskast móti orðum Guðs og vanvirt ráð hins hægsta, 12hvørs hjarta var av sorgum nívt, sum staddir í vanda onga hjálp sær vistu, 13sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum 14og leiddi út úr myrkri og skugga og bond teirra sundur sleit, 15teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, 16tí at koparhurðar breyt hann upp og sundur sló lokur av jarni. 17Teir, sum sjúkir vóru vegna syndalívs síns og píndust fyri misgerðir sínar, 18hvørs sál hevði vaml fyri øllum mati, sum at heljargrindum komnir vóru, 19sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, 20sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum, 21teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, 22takkaroffur munnu teir ofra og við gleði frá verki hans siga. 23Teir, sum skip síni løgdu í hav og keypferðir fóru um sjógvin 24– slíkir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undur hans – 25sum, tá ið vindur eftir boði hans kom, ein stormur, ið aldurnar reisti, 26lyftust til himna upp, niður í dýpið sukku, og í vandanum bilaði hugur, 27sum vinglaðu og sløðraðu eins og druknir og einki vistu til ráða at taka, 28sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, 29makaði stormin til lítið fleyr, so at slætnaðu havsins bylgjur, 30sum gleddust, tí at tað varð logn, og sum hann førdi í ta havn, teir skuldu, 31teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, 32hálova honum í samkomu fólksins, takka honum á gamla manna fundi. 33Hann skapar um áir til oyðimerkur og til turrlendi kelduvað, 34til saltheiðar fruktagóða jørð fyri óndskap teirra, ið har búgva. 35Hann skapar um oyðimørk til tjarnir og turrlendi til kelduvað, 36letur svangar har setast niður, so teir har kunnu byggja bygd, 37veltur sáa og vínhagar planta og heysta inn grøði teirra. 38Hann teir vælsignar, so teir nørast í stórum, og fæ teirra hann ei letur minka. 39Men verða teir fáir og geva seg undir av neyð og av sorg og móði, 40so oysir hann háð yvir høvdingar út og letur teir villast á vegleysum heiðum. 41Men fátækum hann lyftir úr armóð hans upp, hann ættirnar røktar sum fylgi av seyðum. 42Rættvísir síggja tað og gleðast, og illskapur allur má tagna. 43Hann, ið vísur er, leggi hetta í geyma og gevi gætur eftir náðigerðum Harrans!

Currently Selected:

Sálmarnir 107: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in