Sálmarnir 106
106
1Halleluja! Harranum lovið, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! 2Hvør kann siga frá stórverkum Harrans, boða um allan hans heiður? 3Sælir eru teir, ið varða um rættin, ið rættvísi inna á hvørji tíð! 4Hav meg, Harri, í huga, við tíni náði móti fólki tínum, vitja meg við frelsu tíni! 5So at eg skoði lukku teirra útvaldu tína, gleðist við fólks tíns gleði og við ogn tíni fegnist! 6Vit hava syndað við fedrum várum, vit illa hava gjørt og misbrot int. 7Fedrar várir í Egyptalandi undrum tínum góvu ei gætur, virdu einki tína stóru náði, vóru stríðir hinum hægsta við Reyðahavið. 8Tó hann bjargaði teimum fyri navns síns sakir, fyri veldi sítt kunnigt at gera. 9Hann Reyðahavinum hótti, so at tað legðist turt, hann teir førdi gjøgnum dýpið, sum var tað á heiðum. 10Hann teimum bjargaði úr hatara hondum, teimum hjálpti úr fígginda valdi. 11Fíggindar teirra havið fjaldi, ikki ein einasti teirra bjargaður varð. 12Tá høvdu á orð hans teir trúgv og sungu um heiður hans. 13Men brátt teir hans gerningar gloymdu og litu ei á hansara ráð. 14Girnd gekk á teir í oyðimørk, teir freistaðu Guð á heiðum. 15Hann teimum gav tað, teir kravdu, men sendi teimum megurð í kroppin. 16Í tjaldbúðunum teir øvundaðu Móses og Áron, hin heilaga Harrans. 17Tá opnaðist jørðin og gloypti Dátani og lokaðist aftur yvir Ábirams flokki. 18Eldurin brendi alt teirra lið, login teir gudleysu oyddi. 19So gjørdu teir sær undir Hóreb ein kálv, og fyri einum stoyptum bílæti teir nigu. 20Sín stoltleika skiftu teir um fyri bílæti av oksa, ið etur gras. 21Guð teir gloymdu, frelsara sín, sum stórverk gjørdi í Egyptalandi, 22undurgerningar í landi Kams og tekin við Reyðahavið. 23Og hann hugsaði um at oyða teir út, um ikki Móses, hin útvaldi hans, fyri ásjón hans gekk ímillum fyri at venda hans vreiði frá at oyða. 24Landið, hitt dýrmæta, vrakaðu teir og trúðu ei orðum hans. 25Í tjaldbúðum sínum knarraðu teir og lýddu ei Harrans rødd. 26Tá rætti hann upp sína hond og svór at lata teir í oyðimørk falla, 27at sundra teirra avkom heidninganna millum og spjaða teir runt um í londum. 28So fóru teir í felag við Báal-Peor og ótu av ofrunum fyri teimum deyðu. 29Teir voldu honum harm við atferð síni, og ein plága kom millum teirra. 30Men Pinehas steig fram og helt dóm, og tá helt plágan uppat. 31Tað varð honum roknað til rættferð ætt eftir ætt, allar ævir. 32So vaktu teir vreiði við Meribavatnið, og fyri teirra skuld gekst tað Mósesi illa; 33tí teir vóru stríðir móti anda hans, og óvarliga talaði hans muður. 34Fólkini týndu teir ikki, sum Harrin við teir hevði sagt; 35men blandaðust við heidningarnar saman og tóku eftir gerningum teirra. 36Teir dýrkaðu bílæti síni, og hetta varð teimum ein snerra. 37Synir sínar og døtur teir drópu til skurðgudarnar. 38Sakleyst blóð teir rendu, blóð av sínum sonum og døtrum, ið teir ofraðu skurðgudum Kánáans, og landið varð dálkað í blóði. 39Teir óreinir vórðu av gerningum sínum og gjørdu hor við atferð síni. 40Tí birtist Harrans vreiði móti fólki hans, og vaml hann fekk fyri eigindómi sínum. 41Í heidna manna hendur hann gav teir upp, í vald sítt teirra fíggindar teir fingu. 42Teirra hatarar illa teir píndu, undir hond teirra teir kúgaðir vórðu. 43Mangar ferðir hann bjargaði teimum, tó teir vóru stríðir móti ráðum hans og smokkaðu niður í syndir sínar. 44Hann leit til teirra í teirra neyð og lýddi á neyðarróp teirra. 45Hann mintist til sáttmála sín og eymkaðist av síni miklu miskunn. 46Hann læt teir várkunn finna hjá øllum, ið gjørdu teir fangar.
47Bjarga okkum, Harri, vár Guð! Frá heidningunum savna okkum saman, at vit kunnu lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa!
48Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt sigi: Amen! Halleluja!
Currently Selected:
Sálmarnir 106: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society