YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 105

105
1Harranum lovið, ákallið hans navn! Fólkasløgum kunngerið hans stórverk! 2Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! 3Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! 4Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! 5Minnist á undur tey, ið hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans! 6Tit, tænarar hans, Ábrahams avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi! 7Hann, Harrin, hann er vár Guð; um allan heimin ganga hans dómar. 8Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav; 9orðið, hann Ábrahami gav, og eið sín til Ísaks, 10ið hann setti sum samtykt fyri Jákup, sum eina æviga sáttargerð fyri Ísrael, 11í tí hann segði: «Kánáans land eg geva tær vil, tykkum sum arvalut.» 12Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har. 13Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað. 14Men ongum hann loyvdi teir at skaða, fyri teirra skuld hann revsaði kongar. 15«Nertið ikki teir salvaðu mínar; profetum mínum gerið ikki mein!» 16Hann kallaði hungur yvir landið oman, hann breyt hvørja vón um breyð. 17Undan teimum hann sendi ein mann, Jósef varð seldur sum trælur. 18Teir føtur hans píndu við fjøtrum, hann í jarn varð lagdur; 19inntil orð hans komu í, og Harrans tala gav honum rætt. 20Kongur sendi boð og slepti honum leysum, fólkanna drottin loysti hans bond. 21Hann gjørdi hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum ognum sínum, 22so at hann eftir vild yvir hans stórmonnum beyð og rættleiðing gav hansara elstu. 23So til Egyptalands Ísrael kom, og Jákup gisti í landi Kams. 24Tá mannsterkt hann gjørdi sítt fólk, fleiri í tali enn Egyptalands menn. 25Hann hjørtum teirra vendi at hata hans fólk og at fara við svikum móti tænarum hans. 26Tá Móses hann sendi, tænara sín, og Áron, sum hann hevði kjósað. 27Hann gjørdi síni tekin ímillum teirra, síni undur í landi Kams. 28Hann sendi myrkur og køvdi alt av, men ikki teir eftir orðum hans tóku. 29Hann vatnið hjá teimum umskifti til blóð og læt fiskarnar hjá teimum doyggja. 30Land teirra krykti í froskum, sjálvt í kongsins stovum teir vóru. 31Hann talaði, og bitflugur komu og mýggj um alt teirra land. 32Hann hegling teimum gav fyri regn, logandi eld um alt landið. 33Hann teirra víntrø og fikutrø breyt, feldi trøini um alt teirra land. 34Hann talaði, og grashoppur komu og flogkykt í yðjandi nøgd, 35ið ótu allan gróður um landið, allan vøkstur, ið jørð teirra gav. 36Hann teir frumgitnu allar í landinum sló, mansalvans frumgróður teirra. 37So læt hann teir fara við silvuri og gulli, og ongum av kyntáttum hans bilaði gongd. 38Egyptaland gleddist, tá teir fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum gekk á teir. 39Hann breiddi út ský sum eitt skjól og eld til at lýsa á nátt. 40Teir bóðu, og hann gav teimum lynghøsn, við himnabreyði hann mettaði teir. 41Hann klettin læt upp, og vatnið rann út, rann gjøgnum oyðimørk eins og ein á. 42Tí at hann mintist sítt heilaga orð til Ábrahams, tænara síns. 43Hann førdi sítt fólk út við gleði, sínar útvaldu við fagnaðarrópi. 44Hann heidninganna lond teimum gav; fólkanna ognir hann læt teir fáa, 45fyri at teir skuldu boð hans halda og fara eftir lógum hans. Halleluja.

Currently Selected:

Sálmarnir 105: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in