YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 101

101
Av Dávidi, ein sálmur.
1Um miskunn og rætt eg syngja vil, og fyri tær, Harri, leika. 2Rættiligari framferð eg gætur gevi, hvar eg við hana varur verði. Í hjarta míns sakloysi ganga eg vil heima við hús hjá mær sjálvum. 3Einki vil eg níðingsverk stilla mær fyri eygu. Hann, ið illgerð ger, eg hati, við mær hann ikki skal fylgjast. 4Eitt svikafult hjarta skal víkja mær frá, við illmenni ikki eg kennist. 5Hann, sum í loyndum útspillir sín næsta, eg oyða vil út. Hann, hvørs eyga er stolt, hvørs hjarta er hástórt, eg ikki kann tola. 6Til landsins trúføstu hyggur mítt eyga, teir hjá mær skulu búgva. Hann, ið gongur á rættlætis vegi, skal mín tænari vera. 7Í mínum húsi skal ei hava vist hann, ið við svikum fer. Fyri mínum eygum ei standast skal hann, ið lygn talar. 8Á hvørjum morgni eg oyða vil út øll illmenni landsins fyri at rudda burtur úr Harrans staði allar illgerningsmenn.

Currently Selected:

Sálmarnir 101: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 101