Skip to content

Orðtøk Sálomons 9

9
Vitska og óvitska
1Vitskan hevur bygt sær hús, hevur høgt til sínar stólpar sjey. 2Hon hevur dripið drápsfæ sítt, blandað vín sítt, og hartil borð sítt dúkað. 3Hon hevur sent út ternur sínar; hon kallar uppi á hæddunum inni í staðnum: 4«Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» Við tann, ið fákunnur er, hon sigur: 5«Komið og etið mat mín og drekkið vínið, sum eg havi blandað. 6Latið fávitsku fara, so at tit mega liva, og gangið á vitskunnar vegi!» 7Tann, ið spottara agar, fær sjálvur háð; tann, ið gudleysan áminnir, fær skomm. 8Áminn ikki spottaran, at hann ikki skal hata teg; áminn hin vísa, og hann skal elska teg. 9Gev hinum vísa, og hann verður enn vísari; lær hin rættvísa, og hann fer fram í lærdómi. 10Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska. 11Tí at við mær skulu dagar tínir verða mangir, og lívsins ár tíni verða økt. 12Ert tú vísur, tá gagnar tað tær sjálvum, ert tú ein spottari, tá svíður tað til tín sjálvs. 13Óvitskan er ein hámikil kvinna, uttan nakað skil, og einki hon veit. 14Hon situr úti fyri húsdurum sínum, á stóli uppi á hæddum í staðnum, 15fyri at kalla á teir, ið ganga eftir vegnum og halda beint fram sína leið: 16«Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» og við tann, ið fákunnur er, hon sigur: 17«Stolið vatn er søtt, og lystiligt er loynetið breyð.» 18Og hann veit ikki, at har halda deydningar til, at gestir hennara eru í helheims djúpum.