Orðtøk Sálomons 8
8
Vísdómurin talar
1Hoyrið, hvussu vísdómurin rópar, og vitskan letur reyst sína ljóða. 2Uppi á hæddunum við vegin – har sum gøturnar møtast – hon stendur. 3Við liðini, har sum gingið verður út úr bygdini, har sum gingið verður inn um dyrnar, rópar hon hátt: 4Á tykkum, menn, eg kalli, og reyst mín ljóðar til menniskjunnar børn. 5Tit fákunnu, vinnið tykkum klókskap, tit dárar, lærið tykkum skil. 6Gevið ljóð, tí at eg tali tað, ið gott er; tað er beint, sum varrar mínar mæla. 7Tí at sannleika talar gómur mín, og gudloysi býður mínum vørrum ímóti. 8Rætt eru øll orðini av munni mínum, í teimum er einki fals ella svik. 9Øll eru tey sonn fyri teimum klóku og rætt fyri teimum, ið vunnið hava klókskap. 10Takið við áminning míni fram um silvur, og kunnskapi fram um útvalt gull. 11Tí at vísdómur er betri enn perlur, og eingir dýrgripir eru móti honum. 12Eg, vísdómurin, eri í felag við klókskapi, og kunnugleika um hyggjuráð eg havi. 13At óttast Harran er at hata hitt illa; hugmóð og dramblæti og illa atferð og falsorðaðan munn eg hati. 14Hjá mær eru ráð og dugur, eg eri vit, hjá mær er kraft. 15Við mær ráða kongar, døma høvdingar rættvísar dómar. 16Við mær stýra stjórnarmenn og furstar – allir dómarar á jørð. 17Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg. 18Ríkdómur og heiður eru hjá mær, fyrndargamlar ognir og rættferð. 19Ávøkstur mín er betri enn skærasta gull, og úrtøka mín betri enn útvalt silvur. 20Eg gangi á rættlætis vegi, á miðjum rættferðar leiðum 21fyri at veita teimum eyð, ið meg elska, og fylla goymslur teirra. 22Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað. 23Frá ævunum eri eg settur inn, frá upphavi, áðrenn jørðin var til. 24Áðrenn havdjúpini vóru til, varð eg føddur, tá ið ongar vatnmiklar keldur vóru til. 25Áðrenn fjøllini vórðu søkt niður, undan heygunum varð eg føddur. 26Áðrenn hann skapaði jørð og mark og tann fyrsta moldbøkk á foldum. 27Tá ið hann skipaði himnunum, tá var eg har, tá ið hann setti hválvið yvir havdjúpið. 28Tá ið hann festi skýggini í erva, tá ið havdjúpsins keldur fossaðu fram. 29Tá ið hann setti mark fyri havinum, so at vatnið ikki fór longri, enn hann beyð, tá ið hann legði jarðarinnar grundvøll. 30Tá var eg sum verkstjóri honum hjá, og eg var yndi hans dag eftir dag, eg leikaði mær fyri ásjón hans alla tíð. 31Eg leikaði mær á jarðarkringi hans og hevði yndi mítt av menniskjunnar børnum. 32Og nú, synir mínir, lýðið á meg, tí at sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum. 33Lýðið á aga, so at tit verða vísir, og koyrið hann ikki burtur frá tykkum. 34Sælur er maður, ið lýðir á meg, so at hann dag og dagliga vakir við mínar dyr og goymir durastavar mínar. 35Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing. 36Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society