Skip to content

Orðtøk Sálomons 10

10
Fyrsta savn
Orðtøk Sálomons.
1Vísur sonur gleðir faðir sín, men óvitskutur sonur ger móður síni harm. 2Órættar skattir gagna ikki, men rættvísi frelsir frá deyða. 3Harrin letur ikki rættvísan mann líða hungur, men girnd teirra gudleysu koyrir hann frá sær. 4Armur verður tann, sum við latari hond virkar, men íðin hond vinnur ríkidømi. 5Klókur sonur savnar á sumri, men ringur sonur svevur um heystið. 6Yvir høvur hins rættvísa kemur signing, men muður teirra gudleysu fjalir órætt. 7Minnið um hin rættvísa verður vælsignað, men navn teirra gudleysu fúnar. 8Tann, sum er vísur í hjarta, tekur við boðum, men tann, sum er tápulingur í orðum, fer til grundar. 9Tann, ið sakleysur gongur, gongur tryggur, men tann, ið krókvegir fer, verður kunnur. 10Tann, ið blunkar við eyganum, veldur stríð, men tann, ið er tápulingur í orðum, fer til grundar. 11Muður hins rættvísa er ein lívsins kelda, men muður teirra gudleysu fjalir órætt. 12Hatur veldur deilur, men kærleiki breiðir yvir øll misbrot. 13Á vørrum á vitrum manni er vísdómur at finna, men til bakið á hinum óvitskuta hóskar koyrilin væl. 14Vitrir menn goyma kunnskap sín, men muður tápulingsins er hóttandi vandi. 15Ríks mans ognir eru honum eitt virki, men armóðin er teimum fátæku til fals. 16Tað, ið rættvísur avrikar, verður til lívs, tað, ið gudleysur vinnur, fer í synd. 17Tann, ið varðveitir aga, er á lívsins leið, men tann, ið áminning havnar, fer skeivur. 18Tann, ið hatur dylur, hevur lygivarrar, og tann, ið baktal ber út, er óvitskutur. 19Har sum nógv eru orð, har vantar ikki synd, men hyggin er tann, ið varrar sínar varðar. 20Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjartað í teimum gudleysu er lítilsvert. 21Varrar hins rættvísa føða mangar, men tápulingarnir doyggja, tí teimum vantar vit. 22Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat. 23Illgerð er vitloysings gaman, men vitskan er gaman hjá vitrum manni. 24Tað, ið gudleysur óttast, kemur yvir hann, men tað, ið rættvísir ynskja, verður teimum givið. 25Tá ið stormurin er hildin í, er gudleysur horvin, men rættvísur stendur á ævigari grund. 26Sum edikur fyri tenninar og roykur fyri eyguni, so er letingin fyri tann, ið hann sendir. 27Ótti fyri Guði leingir um lívið, men árini hjá gudleysum verða stytt. 28Væntan hjá rættlátum endar í gleði, men vónin hjá gudleysum verður til einkis. 29Harrans vegur er hinum sakleysa ein vernd, men illgerðarmonnum ein undirgangur. 30Rættvísur skal um ævir ei vikast, men gudleysir skulu ei byggja landið. 31Muður hins rættvísa gevur vísdóm av sær, men hin falska tungan verður burturslitin. 32Varrar hins rættvísa søkja hugnað, men muður teirra gudleysu er bert fals.