Skip to content

Orðtøk Sálomons 7

7
Vara teg fyri annars mans konu
1Sonur mín, varðveit tú orð míni, og goym tú boð míni hjá tær; 2varðveit boð míni, so manst tú liva, og áminning mína eins og eygnastein tín. 3Bind tey um fingrar tínar, skriva tey á talvu hjarta tíns. 4Sig við spektina: «Tú ert systir mín!» og vitskuna kalla tú vinkonu tína, 5so at tær mega vara teg fyri annars mans konu, fyri fremmandari konu við blíðmæltum orðum. 6Tí at gjøgnum gluggan á húsi mínum, millum rimanna hugdi eg út, 7tá sá eg millum teirra óroyndu, varð millum teirra ungu varur við vitleysan unglinga, 8sum smeyg um geilarhorn og leiðini helt at hennara húsi, 9í skýmingarløtu, móti kvøldi, í svørtum náttarmyrkri. 10Tá kom móti honum kona, klædd eins og skøkja og svikafull í hjarta; 11hámikil er hon og óð, heima hon støðast ikki; 12so er hon á gøtum, so á torgum, á hvørjum horni hon lúrir; 13hon tekur um hann og kyssir hann og sigur við frekum lótum: 14«Eg eigi at lata eitt gildisoffur, og í dag eg haldi mítt lyfti. 15Tí fór eg út fyri at møta tær, fyri at leita teg upp, og nú fann eg teg. 16Eg havi song mína reitt við teppum, við egyptiskum, marglittum líni. 17Myrru, aloe og kanel havi eg koyrt á legu mína. 18Kom, lat okkum drekka elskhugarrús til í morgin, dusast í ástargamni! 19Tí at maður mín er ikki heima, hann er farin á langferð. 20Peningapungin tók hann við sær, tá ið full er sól, kemur hann aftur.» 21Hon lokkaði hann við sínum nógva tosi, tøldi hann við sínum hálu vørrum. 22Hann fer aftan á hana straks, sum oksi verður leiddur at verða dripin, sum hjørtur verður eltur í netið, 23til ørvin fer ígjøgnum hans livur, sum ein fuglur sær skundar í snerru og veit ikki, at lívið er í váða. – 24Og nú, synir mínir, hoyrið meg og lýðið á orðini, ið muður mín talar! 25Lat ikki hjarta títt leita inn á hennara vegir, vilst ikki inn á hennara gøtur. 26Tí at mangar hevur hon við ólívssári sært, og stórt er talið á teimum, sum hon hevur dripið. 27Hús hennara er vegur til helheims, hann gongur niður at deyðans kømrum.