Orðtøk Sálomons 6
6
Ávaring móti at ganga í ábyrgd, falsi o.s.fr.
1Sonur mín, hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, og hevur tú givið øðrum manni hond, 2hevur tú latið teg binda við orðum av munni tínum, latið teg hefta við orðum av munni tínum, 3ger tá hetta, sonur mín, og bjarga tær, – tí at tú ert komin í hendur næsta tíns – far og kasta teg niður og strong á næsta tín. 4Lat ikki eygu tíni fáa svøvn, ella eygnalok tíni blund. 5Bjarga tær eins og gasella úr hondum hans, eins og fuglar úr jagarans hondum. 6Far tú til meyruna, letingi, skoða atburð hennara og verð vísur! 7Tó at hon ongan hevur høvdinga ella fúta ella harra, 8so vinnur hon sær um summarið æti sítt, og hevur um heystið savnað sær føðslu sína. 9Hvussu leingi ætlar tú, letingi, at liggja? Nær ætlar tú at fara upp úr svøvni? 10Enn ein lítlan svøvn, enn ein lítlan blund, enn eina lítla hvíld við krossløgdum ørmum, 11tá kemur armóð tín sum skundin ferðamaður, og neyðin sum maður, ið er vápnaður við skildi. 12Ómenni, illmenni er tann, ið gongur við falsi í munni, 13ið rennir eyguni, skavar við fótunum, peikar við fingrunum, 14elur svik í hjarta sínum, upphugsar altíð ilt, veldur trætur. 15Harfyri kemur brádliga undirgangur hans, snøggliga verður hann sundurbrotin, og einki er at grøða. 16Seks lutir eru, ið Harrin hatar, og sjey eru ein andstygd fyri hansara sál: 17dramblát eygu, lygitunga, og hendur, ið úthella sakleyst blóð, 18hjarta, ið upphugsar ilskuráð, føtur, ið eru til illgerðar snarir, 19lygnari, ið vitnar falskt, og tann, ið veldur klandur millum brøðra.
Vara teg frá vándari konu
20Varðveit tú, sonur mín, boð faðirs tíns, og vraka ikki læru móður tínar. 21Bind tey altíð í hjarta títt, knýt tey um háls tín. 22Tá ið tú gongur, skal læran leiða teg, tá ið tú liggur, skal hon vaka yvir tær, tá ið tú vaknar, skal hon tala til tín. 23Tí at boðið er lykt, og læran er ljós, og agandi áminning er lívsins leið 24fyri at vara teg frá vándari konu, frá hálari tungu annars mans konu. 25Girnast ikki vænleika hennara í hjarta tínum, lat hana ikki tøla teg við eygnalokum sínum. 26Tí at vegna horkonu armast út menn til síðsta breyðbita, og annars mans kona søkir eftir dýrum lívi. 27Kann nakar bera eld í barmi sínum og ikki svíða klæði síni? 28Kann nakar ganga á glóðum og ikki brenna seg í føturnar? 29Soleiðis gongst honum, ið gongur til konu næsta síns, eingin sleppur óskaddur frá tí, sum nemur hana. 30Verður ikki tjóvurin vanvirdur, tó at hann stjelur av svongd, tá ið hann hungrar? 31Verður hann tikin, má hann sjeyfalt gjalda, alt, ið hann eigur í húsi sínum, má hann lata. 32Men tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur, eina tann ger slíkt, ið vil týna seg sjálvan. 33Høgg og skemd munnu ráma hann, og skomm hansara fer ongantíð av. 34Tí at mansins vreiði er vandin, og á hevndarinnar degi eirir hann ikki. 35Hann skoytir ikki um nakra bót, ella letur sær líka, um tú almikið býður.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society