Orðtøk Sálomons 5
5
Ávaring móti hori og áminning um trúskap
1Sonur mín, gev gætur eftir vísdómi mínum, vend oyra tínum at vitsku míni, 2fyri at tú mást goyma hyggjuráð góð, og varrar tínar eiga kunnskap. 3Tí at hunangur drýpur av vørrum annars mans konu, og hálari enn olja er gómur hennara. 4Men í síðstuni verður hon beisk sum malurt, hvøss sum eitt tvíeggjað svørð. 5Føtur hennara ganga niður til deyðans, spor hennara føra til heljar. 6Hon gongur ikki eftir lívsins vegi, men vinglar ymsar leiðir og veit ikki, hvar hon fer. 7Og nú, synir mínir, lýðið á meg, og víkið ikki frá tí, ið muður mín mælir! 8Halt leið tína langt frá henni, kom ikki nær at húsdurum hennara, 9at tú ikki mást geva øðrum æru tína, og ár tíni grimmum manni, 10at fremmandir ikki mega mettast av ognum tínum, og tað, ið tú við strevi hevur vunnið, koma í annars mans hús, 11og tú at endanum mást stynja, tá ið hold títt og likam er burturtært, 12og siga: «Hvussu kundi eg hata aga, og hjarta mítt vanvirða áminning! 13Hví lurtaði eg ikki eftir lærarum mínum og lýddi á teir, ið vegleiddu meg! 14Eg tætt við var komin í størstu neyð mitt í mannfjøld, sum sat á tingi!» 15Drekk tú vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu! 16Eiga keldur tínar at renna út um gøtur, áarløkir tínir út um torg? 17Tær eina skulu tær tilhoyra, og ongum fremmandum við tær. 18Vælsignað veri kelda tín, og gleð teg um títt ungdóms vív, 19elskhugarhindina, yndisgaselluna. Barmur hennara altíð teg lívgi, og ást hennara altíð teg tøli! 20Hví skuldi tú, sonur mín, tølast av annars mans konu, og fevna barmin á fremmandari konu? 21Tí at fyri Harrans eygum eru hvørs mans vegir, og hann javnar allar hans gøtur. 22Hin gudleysi verður fangaður í misgerðum sínum, verður fastur í syndabondum sínum. 23Hann doyr vegna trot á aga, forferst fyri sín stóra dárskap.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society