Orðtøk Sálomons 4
4
Vinn tær vísdóm og synda ikki
1Hoyrið, synir, áminning faðirs tykkara og gevið gætur, so at tit læra klókskap! 2Tí at góðan lærdóm gevi eg tykkum, vrakið ikki leiðbeining mína! 3Tí tá ið eg var sonur í faðirs míns húsi, lítið einkarbarn hjá móður míni, 4tá lærdi hann meg og segði við meg: «Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so manst tú liva. 5Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap! Gloym ikki og vík ikki frá orðunum av mínum munni! 6Havna ikki vísdómi, so man hann varða teg, elska hann, so man hann verja teg. 7Upphav at vísdómi er: Vinn tær vísdóm, vinn tær vitsku fyri allar tínar ognir! 8Set hann hátt, so man hann hevja teg; hann man veita tær æru, um tú fevnir hann. 9Hann man seta á høvur títt yndisligan krans, prýða teg við dýrari krúnu.» 10Lýð á, sonur mín, og tak við orðum mínum, tá munnu æviár tíni verða mong. 11Eg vísi tær á vísdómsins veg, eg leiði teg á beinar gøtur. 12Gongur tú tær, skal gongd tín ikki verða trong, og rennur tú, skalt tú ikki snáva. 13Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt. 14Kom tú ikki á gøtur teirra gudleysu, og gakk tú ikki tann vegin, ið vándir fara. 15Lat hann vera, gakk ikki eftir honum, halt teg frá honum, og slepp tær undan! 16Tí at teir fáa ikki sovið, uttan teir hava gjørt ilt, teir missa svøvnin, um teir ikki hava verið onkrum at meini. 17Tí at teir eta gudloysis breyð og drekka órættar vín. 18Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur. 19Vegir teirra gudleysu eru eins og niðamyrkur, teir vita ikki, hvat teir snáva um. 20Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. 21Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. 22Tí at tey eru lív fyri teimum, ið finna tey, og heilsubót fyri alt teirra likam. 23Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. 24Halt svik av munni burtur frá tær, lat fals av vørrum vera tær fjart. 25Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnalok tíni horva bert fram fyri teg. 26Slætta vegin fyri fótum tínum, lat allar leiðir tínar vera rættar. 27Vík hvørki til høgru ella vinstru, halt fóti tínum burtur frá illum!
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society