Skip to content

Orðtøk Sálomons 3

3
Óttast Harran
1Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni; 2tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita. 3Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; 4tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. 5Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. 6Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar. 7Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum; 8tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni. 9Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, 10tá munnu løður tínar verða ovurfyltar, vínker tíni verða á tremur. 11Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, grem teg ikki um revsing hans; 12tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, eins og ein faðir tann son, hann er góður við.
Virði vísdómsins
13Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku. 14Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull. 15Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana. 16Eitt langt lív er í hennara høgru hond, ríkidømi og æra í vinstru. 17Vegir hennara eru yndisligir vegir, og allar gøtur hennara vælferð. 18Hon er lívstræ fyri teimum, ið grípa hana, og sælur er hvør tann, ið heldur fast í hana. 19Harrin grundaði jørðina við vísdómi, festi himmalin við vitsku. 20Fyri kunnskapi hans skildust havdjúpini sundur, og drýpur døggin úr skýggjunum niður. 21Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, 22tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín. 23Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti. 24Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. 25Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur. 26Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.
Gávumildi og gudsótti bera signing við sær
27Synja ikki honum nakað gott, ið tað tørvar, um tað er í tínum valdi at gera tað. 28Sig ikki við næsta tín: «Far og kom aftur, í morgin skal eg geva tær» – um tú eigur tað til. 29Hugsa ikki um ilt móti næsta tínum, meðan hann situr hjá tær tryggur. 30Deil ikki við nakran uttan orsøk, um hann ikki hevur gjørt tær nakað mein. 31Øvunda ikki yvirgerðarmannin, og vel tær ongan av øllum vegum hans. 32Tí at ein falsari er Harranum ein andstygd, men við teir rættsintu hann samfelag hevur. 33Banning Harrans er í húsi hins gudleysa, men bústað teirra rættvísu signar hann. 34Spottarar spottar hann, men eyðmjúkum gevur hann náði. 35Vísir munnu heiður vinna, men dárar fáa skomm til býtis.