Skip to content

Orðtøk Sálomons 31

31
Orð Lemuels kongs
1Orð Lemuels kongs, profetorð, sum móðir hans lærdi hann: 2Hvat skal eg siga, sonur mín, ja, hvat, sonur móðurlívs míns, ja, hvat, sonur heitstreingis míns? 3Gev ikki konum kraft tína, ella elskhug tín til teirra, sum spilla kongar. 4Tað sømir ikki kongum, Lemuel, tað sømir ikki kongum at drekka vín ella høvdingum at spyrja eftir sterkum drykki. 5Tí at drekkur hann, vil hann gloyma, hvat ið lóg er, og snúgva rættinum hjá øllum neyðarfólkum. 6Gevið tí sterkan drykk, sum er komin til trota, og gevið tí vín, sum sorg ber í hjarta, 7at hann kann drekka og gloyma fátækt sína og ikki longur minnast møði sína. 8Lat upp munn tín fyri hin málleysa, fyri sak alra teirra, sum neyðstødd eru. 9Lat upp munn tín og døm við rættvísi, lat armingan og hin fátæka fáa sín rætt!
Ein dugandi kona
10Eina dugandi konu, hvør finnur hana? Hon hevur nógv hægri virði enn perlur. 11Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur vantar honum ikki. 12Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. 13Hon syrgir fyri ull og líni, og hugaliga arbeiða hennara hendur. 14Hon er eins og keypmansins farmaskip, heimtar føðsluna langvegis frá. 15Hon fer upp fyri dag, matskaffar húsfólki sínum og gevur arbeiðskonum sínum setning teirra. 16Hon fær hug á jørð og keypir hana, fyri tað, hon avrikar við hondunum, plantar hon víngarð. 17Hon gyrðir lendar sínar við kraft og ger armar sínar sterkar. 18Hon kennir, at starv hennara eydnast væl, ikki sloknar á lampu hennara um nætur. 19Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, og fingrar hennara taka um snælduna. 20Hon letur upp lógvan fyri arminganum og rættir út hendurnar móti hinum fátæka. 21Hon óttast ikki fyri húsi sínum í kava, tí at alt hús hennara er klætt í skarlak. 22Hon virkar sær áklæði og klæðir seg í fínasta lín og purpur. 23Maður hennara er nógv mettur í staðarliðunum, har sum hann situr á tingi saman við mætastu monnum landsins. 24Hon virkar línskjúrtur og selur tær, og til keypmansins avreiðir hon belti. 25Kraft og sómi eru klæði hennara, og hon lær at komandi degi. 26Hon letur upp munnin við vísdómi, og mild leiðbeining er á tungu hennara. 27Hon ansar eftir, hvussu til gongur í húsi hennara, og ikki etur hon breyð í leti. 28Synir hennara stíga fram og prísa hana sæla, og húsbóndi hennara syngur hennara lov: 29«Mangar hava konur sýnt dugnaskap, men tú bert av teimum øllum!» 30Yndi er svikaligt, og vakurleiki fer, men kona, sum óttast Harran, skal verða prísað. 31Gevið henni av tí, sum hon avrikaði við hondum sínum, og latið verk hennara í liðunum hana prísa.