Skip to content

Orðtøk Sálomons 30

30
Orð Águrs
1Orð Águrs Jákesonar. Profetorðið. Maðurin sigur: Eg havi stríðst, o Guð; eg havi stríðst, o Guð, og eg gavst. 2Tí at eg eri ov fákunnur til at eita maður, og eg havi ikki mannavit. 3Og eg havi ikki lært vísdóm, so at eg havi fingið kunnleika um hin heilaga. 4Hvør er farin upp til himna og niður aftur komin? Hvør hevur savnað vindin í lúkur sínar? Hvør hevur bundið vatnið í skikkju sína? Hvør hevur reist allar endarnar á jørðini? Hvussu eitur hann, og hvussu eitur sonur hans – um tú veitst tað? 5Hvørt eitt orð Guðs er reint; hann er teimum ein skjøldur, sum leita sær høli hjá honum. 6Legg einki aftur at orði hans, at hann ikki skal revsa teg, og tú standa sum lygnari. 7Tveir lutir havi eg biðið teg um, sýt mær teir ikki, áðrenn eg doyggi: 8Lat fals og lygiorð vera langt frá mær, gev mær hvørki armóð ella ríkidømi, men lat meg fáa tað breyð, sum til mín er býtt! 9Eg kundi annars vorðið ov mettur og noktað teg og sagt: «Hvør er Harrin?» Ella eg kundi, um eg varð armur, stolið og spottað navn Guðs míns. 10Baktala ikki tænara fyri húsbónda hans, so at hann ikki skal biðja ilt fyri tær, og tú kemur at bøta. 11Ein ætt, sum bannar faðir sín og ikki vælsignar móður sína; 12ein ætt, sum heldur seg vera reina, og hevur ikki vaskað óreinskuna av sær; 13ein ætt, sum lyftir eygunum hátt og setir eygnalokini upp í loft; 14ein ætt, sum hevur svørð til tenn og knívar til jakslar fyri at uppeta armingar úr landinum og alt neyðarfólk millum manna. 15Blóðigulin hevur tvær døtur: Gev! Gev! Trý eru til, sum ongantíð mettast, fýra, sum aldri siga: «Nóg mikið»: 16Helheimur og móðurlív, sum ikki barnast, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: «Nóg mikið!» 17Tað eyga, sum spottar faðir og vanvirðir lýdni móti móður, tað skulu ravnarnir við ánna pikka út og arnarungarnir eta. 18Tríggir lutir eru mær undurfullir, og fýra, sum eg ikki skilji: 19Vegurin hjá ørn gjøgnum loftið, vegurin hjá ormi yvir klettin, vegurin hjá skipi um havið, og vegurin hjá manni til konu. 20Soleiðis er atburðurin hjá ótrúgvari konu: Hon etur og turkar sær um munnin og sigur: «Eg havi einki ilt gjørt.» 21Undir trimum gongur jørðin kyk, og undir fýra hon ikki reisist við: 22Undir træli, tá ið hann verður kongur, og dára, tá ið hann verður mettur av breyði; 23undir vrakaðari konu, tá ið hon verður gift, og ternu, tá ið hon arvar frúgv sína. 24Fýra eru til, sum eru smá á jørðini, og hava tó miklan vísdóm: 25Meyrurnar, eitt kraftalítið fólk, og tó fáa tær sær føðina til um summarið. 26Fjallagrevlingarnir, eitt stimburlítið fólk, og tó gera teir sær hús í klettunum. 27Grashoppurnar hava ongan kong, og tó fer allur hópurin út í fylking. 28Ferføtluna kanst tú taka við berum hondum, og tó býr hon í kongahøllum. 29Trý eru til, sum stíga stoltsligum stigum, og fýra, sum hava hábærsligt gongulag: 30Leyvan, hetjan djóranna millum, sum ikki fer undan nøkrum; 31Hesturin, mjáur um miðju, og havurin, og kongurin á odda í herliði sínum. 32Hevur tú gjørt teg sjálvan stóran, annaðhvørt av fávitsku ella av avráddum huga, tá legg hondina á munnin; 33tí at trýsting á mjólk framleiðir smør, og trýsting á nasar framleiðir blóð, og trýsting á vreiði framleiðir stríð.