Skip to content

Prædikarin 1

1
1Orð prædikarans, Dávids sonar, Jerúsalems kongs.
Fáfongd, einki nýtt
2Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, fáfongdanna fáfongd. Alt er fáfongd. 3Hvønn vinning hevur maðurin av allari møði síni, sum hann møðir seg við undir sólini? 4Ein ættin fer, og onnur kemur, men jørðin stendur um ævir. 5Og sólin rísur, og sólin setir, og hon skundar sær aftur á stað sín, har sum hon rísur. 6Vindurin lækkar niður í sunnan og hækkar upp í norðan; hann skiftir og skiftir og tekur aftur at mala av nýggjum. 7Allar áir renna í sjógvin; men sjógvurin verður aldri fullur; hagar sum áirnar renna, har verða tær við at renna. 8Alt møðir seg, so at eingin maður kann siga frá tí; eygað verður ikki mett av at síggja, og oyrað verður ikki fult av at hoyra. 9Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini. 10Er okkurt til, sum sagt verður um: «Sí, hetta er nýtt!» – tá hevur tað longu verið til í tíðum, sum vóru undan okkum. 11Um forfedrarnar er einki minni, og heldur ikki um eftirkomararnar, sum eftir koma, verður nakað minni hjá teimum, sum seinni verða til.
Tað er fáfongd at leita eftir vísdómi
12Eg, prædikarin, var kongur yvir Ísrael í Jerúsalem. 13Eg legði hugin á at rannsaka og granska við vísdómi alt tað, sum hendir undir himlinum. Tað er ein ring plága, sum Guð hevur givið mannabørnunum at plágast við. 14Eg hugdi at øllum tí, sum hendir undir sólini; og sí: alt samalt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi. 15Tað, sum krókut er, kann ikki verða beint; og tað, sum vantar, kann ikki verða talt við. 16Eg hugsaði við sjálvum mær: «Sí, eg havi vunnið mær størri og ríkari vísdóm enn allir teir, sum rátt hava yvir Jerúsalem undan mær, og hjarta mítt hevur skoðað vísdóm og fróðskap í stórum muni.» 17Eg legði hugin á at skyna vísdóm og at skyna óvitsku og fákunnu. Men eg gjørdi ta roynd, at eisini tað er eftirsókn eftir vindi. 18Tí at við miklum vísdómi fylgist mikil gremja, og tann, sum økir vitsku sína, økir kvøl sína.