Orðtøk Sálomons 2
2
Ávøkstur vísdómsins
1Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, 2so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, 3ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, 4um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, 5tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna. 6Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil; 7hann goymir teimum rættsintu lukkuna, er skjøldur teirra, sum í sakloysi ganga, 8tí at hann vakir yvir stigum rættarins og varðveitir vegin hjá teim, ið hann óttast. 9Tá manst tú fata rættvísi og rættferð, rættlæti, hvønn ein góðan veg. 10Tí at vísdómurin man koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur; 11umhugsan man vaka yvir tær, skynsemi man varðveita teg – 12fyri at frelsa teg frá einum illum vegi, frá teimum monnum, ið fara við falsi, 13frá teim, ið fara av rættferðar leiðum fyri at ganga á myrkursins vegum, 14ið hava gleði av tí at gera ilt og fegnast av ilskubrøgdum, 15ið vegir sínar krókutar gera og allar sniðgøtur ganga; 16fyri at frelsa teg frá annars mans konu, frá fremmandari konu við blíðmæltum orðum, 17ið ungdóms vin sín hevur svikið og gloymt hevur sáttmálan við Guð sín; 18tí at hús hennara horvir í deyðan, spor hennara leiða til deydninganna niður; 19teir, ið inn til hennara fara, koma ikki aftur, og aldri teir komast á lívsins vegir – 20fyri at tú kanst ganga á góða manna vegi og halda teg á leiðum teirra rættvísu. 21Tí at teir rættsintu munnu byggja landið, og teir sakleysu verða eftir í tí. 22Men teir gudleysu munnu verða oyddir úr landinum, og teir svikaligu verða slitnir upp úr tí.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society