Orðtøk Sálomons 26
26
Framhald av fjórða savni
1Eins og kavi um summarið og regn um heystið, so hóskar ikki æra fyri dára. 2Eins og spurvin, ið flagsar burt, og svalan, ið fer á flog, so er grundaleys illbøn – hon rínur ikki á. 3Koyril til hestin og teymur til ásinið og stavur til bakið á dárum. 4Svara ikki dáranum eftir fávitsku hans, so at tú ikki sjálvur verður honum líkur. 5Svara dáranum eftir fávitsku hans, so at hann ikki skal halda seg sjálvan vera vísan. 6Tann høggur føturnar av sær og fær sút at drekka, sum sendir boð við einum dára. 7Visin hanga beinini á vanførum manni, so eru orðtøk í munni á dárum. 8Sum at binda stein í sleingiband, so er tað at veita einum dára æru. 9Eins og tornagrein í hondini á druknum manni, so eru orðtøk í munni á dárum. 10Eins og skotmaður, sum særir alt, so er tann, sum leigar ein dára og hvønn, sum fer framvið. 11Eins og hundur, sum vendir aftur til spýggju sína, so er ein dári, sum tekur upp aftur fávitsku sína. 12Sært tú mann, sum heldur seg sjálvan vísan, tá er størri vón um dáran enn um hann. 13Letingin sigur: «Tað er eitt villdjór á veginum, ein leyva úti á torgunum.» 14Hurðin snarar sær á leikindunum, og letingin snarar sær á legu síni. 15Latur maður drepur hondina í fatið, men tað er honum strævið at føra hana upp aftur til munnin. 16Latur maður heldur seg vísari vera enn sjey, sum geva vitug andsvør. 17Eins og tann, sum tekur um oyruni á hundi, sum fer rennandi framvið, so er tann, sum fýkur upp í øði um trætu, sum honum ikki kemur við. 18Eins og óður maður, sum skjýtur við brennandi ørvum – við banaskotum – 19so er tann maður, sum næsta sín svíkur og sigur: «Eg gjørdi tað bara til stuttleika.» 20Tá ið brennið er uppi, sloknar eldurin, tá ið eingin baktalari er, heldur klandrið uppat. 21Eins og kol skal til gløður og viður til eld, so skal illførur maður til at birta klandur. 22Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. 23Eins og silvurskón uttan á pottabroti, so eru brennandi varrar og ilt hjarta. 24Við vørrum sínum letist óvinurin vinaliga, men svik ber hann í hjarta. 25Tá ið hann blíðmæltur talar, tá trúgv honum ikki, tí at sjey andstygdir eru í hjarta hans. 26Tó at hatrið seg dylur í sviki, so kemur tó tess illskapur upp á fundi. 27Tann, sum grevur eina grøv, fellur í hana sjálvur, og steinurin dettur aftur á tann, sum rullar hann. 28Lygitungan hatar tey, sum hon hevur kúgað, og falsmuðurin førir til undirgangs.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society