Skip to content

Orðtøk Sálomons 25

25
Fjórða savn
1Eisini hetta eru orðtøk Sálomons, tey sum menn Hizkia Júdakongs hava savnað. 2Tað er Guðs heiður at dylja eitt mál, tað er konga heiður at rannsaka eitt mál. 3Himnahædd og jarðardýpd og kongahjarta kann eingin útgrunda. 4Verða sindrini tikin burtur úr silvurinum, tá fær smiðurin eina skál úr tí. 5Verða gudleysir tiknir burtur frá konginum, tá verður hásæti hans við rættvísi fest. 6Erpa tær ikki inni fyri kongi, og stilla teg ikki á stórmanna stað. 7Tí at betri er, at menn siga við teg: «Førka teg higar upp!» enn at teir flyta teg niður um frægan mann, sum tó eygu tíni hava sæð. 8Ver ikki snarur at birta sak; tí at hvat ætlar tú síðan at gera, tá ið næsti tín ger teg til skammar? 9Før tú sak tína móti næsta tínum, men ber ikki annars mans loyndarmál út, 10fyri at tann, sum hoyrir tað, ikki skal teg lasta, og tú altíð hava eitt ringt orð á tær. 11Eins og gullepli í prýðiligum silvurskálum, so eru orð, sum í rættum tíma eru talað. 12Eins og gullringur í oyra og gyltur sproti, so er ein vísur, sum áminnir hoyrandi oyra. 13Eins og svalandi kavi á heystdegi, so er ein trúgvur sendisveinur hjá honum, sum hann sendir; hann lívgar upp sál húsbónda síns. 14Skýggj og vindur, og tó einki regn, so er maður, sum reypar av gávumildi, men tó einki gevur. 15Við tolmóði verður dómarin vunnin, og mjúk tunga brýtur sundur bein. 16Finnur tú hunang, tá et tað, tær tørvar, so at tú ikki verður ovmettur og spýrt hann upp aftur. 17Stíg sjáldan fót tín inn í hús næsta tíns, so at hann ikki verður leiður av tær og hatar teg. 18Hamar og svørð og hvøss ørv, so er maður, sum vitnar fals móti næsta sínum. 19Moyrkin tonn og skinklutur fótur, so er álit á svikara neyðardagin. 20Eins og tann, sum letur seg úr klæðunum ein kuldadag, eins og edikur á nátron, so er tann, sum syngur sangir fyri sorgarbundnum hjarta. 21Er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat, er hann tystur, tá gev honum drekka; 22tí at tá bert tú saman eldgløður á høvur hans, og Harrin skal løna tær tað aftur. 23Norðanvindurin føðir regn, og sley í loyndum illfrýnt andlit. 24Betri at búgva í einum horni á takinum enn at hava sambúgv við klandursamari konu. 25Eins og kalt vatn fyri deyðmødda sál, so eru góð tíðindi úr fjarskotnum landi. 26Eins og gruggut kelda og spiltur brunnur, so er rættvísur maður, sum fjáltrar, so at gudleysur sær. 27At oveta seg av hunangi er ikki gott, men at granska hitt torførasta er ein heiður. 28Eins og staður, sum múrarnir eru niðurbrotnir uttanum, so er maður, sum ikki kann skapi sínum ráða.