Skip to content

Orðtøk Sálomons 27

27
Framhald av fjórða savni
1Rósa tær ikki av morgindeginum, tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum. 2Lat ein annan tær rósa og ikki tín egna munn, ein fremmandan og ikki tínar egnu varrar. 3Steinur er tungur, og sandur vegur nógv, men dáragremja er tyngri enn bæði. 4Yvrin leikar óð, og vreiðin skolar, men hvør kann standast móti øvund? 5Betri er opinber atfinning enn kærleiki, sum heldur seg fjaldan. 6Væl meint eru sløg av vinahond, og mangir eru óvinar kossir. 7Mettur maður havnar hunangi, men svongum manni tykir alt beiskt søtt. 8Eins og fuglur, sum er rýmdur av reiðri sínum, so er maður, sum er farin av húsum sínum. 9Olja og roykilsi gleða hjartað, so eru vinarorð sæl frá ráðvísari sál. 10Slepp ikki vini tínum ella vini faðirs tíns, og far ikki inn í hús bróður tíns á neyðardegi tínum; betri er ein granni í nánd enn ein bróðir í fjarlegd. 11Ver tú vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so at eg kann svara honum, sum háðar meg. 12Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. 13Tak klæðini av honum, tí at hann hevur gingið í veður fyri annan, og panta hann fyri fremmanda konu. 14Honum, sum harðmæltur vælsignar næsta sín snimma á morgni, honum skal tað verða roknað sum ein banning. 15Takdropin, sum ein regndag dryppar uttan íhald, og klandursom kona – tey líkjast hvørt øðrum. 16Tann, sum steðgar henni, kundi steðgað vindinum og hildið olju í síni høgru hond. 17Jarn brýnir jarn, og maður brýnir mann. 18Tann, sum røktar eitt fikutræ, fær fruktina av tí at eta, tann, sum røkir harra sín, skal fáa heiður. 19Eins og andlit horvir móti andliti í vatni, soleiðis mannahjarta móti mannahjarta. 20Helheimur og avgrundin mettast ikki, og mannaeygu mettast ikki. 21Bráðpannan er til silvurið og ovnurin til gullið, og maður verður dømdur eftir ágiti sínum. 22Um tú stoytti dáran í einum mortara við einum stoytara saman við grýnum, so mundi tó ikki fávitskan vikið frá honum. 23Hav tú góða greiðu á, hvussu seyðir tínir eru littir, og ber umsorgan fyri búskapi tínum. 24Tí at ríkdómur varar ikki allar ævir, og heldur ikki ein krúna ætt eftir ætt. 25Er hoyggið undangingið, og gróðurin sprettur, og fjallagrasið er samanborið, 26tá hevur tú lomb til klæði og havrar til at keypa tær jørð fyri 27og nóg nógva geitarmjólk til føðslu hjá tær, til føðslu hjá húsi tínum, til lívsuppihalds hjá ternum tínum.