Skip to content

Orðtøk Sálomons 19

19
Framhald av fyrsta savni
1Betri er fátækur maður, sum í sakloysi gongur, enn maður við følskum vørrum og hartil ein dári. 2Har sum eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, hann misstígur seg. 3Fávitska mansins spillir veg hans, men hjarta hans ilskast við Harran. 4Ríkidømi savnar mangar vinir, men frá fátækum fer vinur hans burtur. 5Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal ikki sleppa undan. 6Mangir vilja vinna stórmans yndi, og allir eru vinir hans, sum gávumildur er. 7Fátæksmans brøður hata hann allir, enn meira halda vinir hans seg burtur frá honum. 8Tann, sum vinnur sær vitsku, sál sína elskar, tann, sum varðveitir skynsemi, skal finna lukku. 9Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal týnast. 10Tað hóskar ikki dára at hava góðar dagar, enn minni træli at ráða yvir høvdingum. 11Mansins klókskapur ger hann tolnan, og tað er æra hans at fyrigeva illgerð. 12Kongsvreiði er eins og ýl í leyvu, men blídni hans sum døgg á grasi. 13Fákunnur sonur er faðir sínum sonn vanlukka, og konuklandur er sum takdropin, ið ikki heldur í. 14Hús og góðs eru arvur frá fedrunum, men skilakona kemur frá Harranum. 15Leti leggur í tungan svøvn, og løt sál má svølta. 16Tann, sum varðveitir boðorðið, varðveitir sál sína, men tann, sum ikki varðar um vegir sínar, doyr. 17Tann, sum várkunnar fátækum, lænir Harranum, og hann skal løna honum góðgerð hans. 18Aga tú son tín, tí at enn er vón, men hav ikki hug at drepa hann. 19Tann, sum illfúsur er, má bøta afturfyri, tí um tú vilt hjálpa, gert tú ilt verri. 20Lurta eftir ráðum og tak við aga, so at tú at enda má verða vísur. 21Mangar eru hugsanir í mansins hjarta, men tað er Harrans ráð, ið fær frama. 22Mansins hugur er miskunnarverk hans, og betri er fátækur maður enn lygnari. 23Ótti fyri Harranum førir til lívs; tá fer maður mettur til hvíldar, og einki ilt hann rámar. 24Latur maður drepur hondina í fatið, men tímir ikki at føra hana upp aftur til munnin. 25Slært tú spottaran, verður hin einfaldi klókur, og hin skynsami vinnur fróðskap av aga. 26Tann, sum fer illa við faðir sínum og koyrir burt móður sína, er ein ringur og skammiligur sonur. 27Halt uppat, sonur mín, at lýða á áminning, um tað bara er fyri at villast burtur frá kunnskapar orðum. 28Níðingsvitni spottar rættin, og muðurin á gudleysum gloypir órætti. 29Revsingardómar eru til reiðar fyri spottarunum og høgg fyri baki á býttlingunum.