Orðtøk Sálomons 20
20
Framhald av fyrsta savni
1Vínið er spottari, rúsdrykkur óljóð, hvør tann, sum drukkin vinglar, er óvitur. 2Kongsótti er eins og ýl í leyvu, tann, sum øsir hann móti sær, forkemur sínum lívi. 3Tað er manni ein sómi at halda sær frá klandri, men hvør ein býttlingur bítur á kampi. 4Letingin pløgir ikki um heystið, tí leitar hann í akurskurði, men til einkis. 5Eins og djúp vøtn eru ráð í mansins hjarta, men ein maður við viti kann oysa tey. 6Mangir hitta mann, sum teir elskar, men ein trygdarmann, hvør finnur hann? 7Hin rættvísi gongur í sakloysi sínum, sælir eru tí synir hans eftir hann. 8Kongur, sum situr í dómarasæti, skilir frá alt ilt við eygnabrái sínum. 9Hvør kann siga: «Eg havi hildið hjartað mítt reint, og eri reinur av synd míni?» 10Tvey sløg av vágum og tvey sløg av málum, tey eru bæði tvey Harranum ein andstygd. 11Drongurin sýnir longu við gerðum sínum, um fyritøkur hans verða reinar og rættar. 12Oyrað, sum hoyrir, og eygað, sum sær, bæði tvey hevur Harrin skapað. 13Elska ikki svøvn, so at tú ikki verður armur, lat eyguni upp, so skalt tú mettast av breyði. 14«Ringt, ringt!» sigur tann, ið keypir, men tá ið hann fer avstað, erpir hann sær. 15Til er gull og nøgd av perlum, men hitt dýrasta ílát eru kunnskapar varrar. 16Tak klæðini av honum, tí at hann hevur gingið í veður fyri annan, og panta hann fyri fremmandar. 17Falsfingið breyð smakkar manni søtt, men síðan fyllist muðurin av smásteinum. 18Ráð fáa frama við ráðagerð, ráðlegg tí væl, tá ið tú fert í stríð. 19Sleyivætti ber loyndarmál út, hav tí einki felag við skræðugákar. 20Tann, sum bannar faðir og móður, lampa hans skal slokna í bølamyrkri. 21Arvur, sum ein í fyrstuni er ov tráfikin eftir, verður til endans uttan signing. 22Sig ikki: «Eg skal løna við illum!» Bíða tú Harranum, hann skal tær hjálpa. 23Tvey sløg av vágum eru Harranum andstygd, og følsk vágskál er einki gott. 24Frá Harranum koma mansins spor, hvussu kann maður veg sín skilja? 25Tað er manni ein snerra í gáloysi at siga: «Halgað!» og ikki hugsa seg um, fyrr enn lyftið er lovað. 26Vísur kongur skilir hinar gudleysu frá og letur hjólið yvir teir fara. 27Menniskjunnar andi er ein Harrans lampa, sum rannsakar øll rúm hjartans. 28Kærleiki og trúskapur varðveita kongin, og við kærleika styðjar hann hásæti sítt. 29Ungmanna prýði er máttur teirra, grá hár eru oldinganna heiður. 30Blóðigar skeinur reinsa hin vánda og høgg, sum níta at beini.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society