Orðtøk Sálomons 18
18
Framhald av fyrsta savni
1Serlyndur maður ger tað, honum sjálvum lystir, at øllum hyggjuráðum hann glepsar. 2Býttlingurin leggur ikki í vitsku, men vil heldur, at hugsan hans verður kunn. 3Har sum gudleysur kemur, har kemur vanvirðing við, og við skomm fylgir spott. 4Djúp vøtn eru orð av mans munni, rennandi løkur, vísdóms kelda. 5Tað er ikki beint at geva gudleysum viðhald og at týna rættin fyri sakleysum. 6Býttlingsins varrar koma upp í klandur, og muður hans rópar eftir høggum. 7Muður býttlingsins er honum ein ólukka, og varrar hans eru fyri sál hans ein snerra. 8Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. 9Tann, sum er órøkin í arbeiði sínum, er bróðir hans, sum er oyðslusamur. 10Harrans navn er eitt sterkt torn, hagar flýggjar hin rættvísi og er vardur. 11Ríkismans ognir eru hans fasta borg og ein óklívandi múrur í hans egnu hugsan. 12Hjartans hugmóð á manni gongur undan falli, og eyðmýkt gongur undan æru. 13Um einhvør svarar, áðrenn hann hoyrir, tá verður tað honum ein dárskapur og skomm. 14Mansins mót heldur honum uppi í sjúkdómi hans, men eitt fallið mót, hvør kann bera tað? 15Hjarta hins vitra vinnur sær kunnskap, og oyru hinna vísu søkja kunnskap. 16Gáva, sum maður gevur, rúmkar fyri honum og leiðir hann fram fyri stórmenn. 17Tann, sum fyrri ber fram trætumál sítt, hevur rætt, til mótpartur hansara kemur og rannsakar hann. 18Lutkastið ger enda á trætum og skilir sundur mætar menn. 19Bróðir, sum er svikin, er ringari at vinna enn sterk borg, og deilur við hann eru sum stengur fyri borgardurum. 20Av fruktum av mans munni verður búkur hans mettur, av ávøksti varranna mettast hann. 21Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennar. 22Tann, sum hevur funnið konu, hevur funnið lukku og hevur fingið náðigávu frá Harranum. 23Fátækur talar við bønligum orðum, men ríkur svarar við hørðum. 24Illa gongst manni, sum hevur nógvar vinir, men til er alvinur, sum er hollari enn bróðir.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society