Skip to content

Orðtøk Sálomons 15

15
Framhald av fyrsta savni
1Blídligt andsvar stillar bræði, men hvast orð vekur vreiði. 2Vísmanna tunga fremur hollan kunnskap, men býttlinga muður goysir út fávitsku. 3Allar staðir eru eygu Harrans, tey hyggja eftir illum og góðum. 4Spakføri tungunnar er eitt lívstræ, men fals hennara veldur hjartamein. 5Hin fákunni vanvirðir aga faðirs síns, men klókur verður tann, sum eftir áminning tekur. 6Í húsi hins rættvísa er vælferð, men á inntøkum hins gudleysa er óskil. 7Vísmanna varrar stroya út kunnskap, men býttlinga hjarta er rangt. 8Offur hjá gudleysum er Harranum ein andstygd, men bøn hjá rættiligum væl honum líkar. 9Vegur hins gudleysa er Harranum ein andstygd, men tann, sum stundar á rættvísi, hann elskar. 10Ring revsing væntar honum, ið gongur út av leið, og tann, sum áminning hatar, skal doyggja. 11Helheimur og avdýpið liggja opin fyri Harranum, hvørt heldur tá hjørtuni á menniskjunnar børnum! 12Spottaranum ikki dámar at verða funnin at, og til vísmenn fer hann ikki. 13Glatt hjarta ger bjart andlit, men av hjartasorg verður dapur hugur. 14Hjarta hins vitra søkir fróðskap, men býttlinga muður fer við fávitsku. 15Allir eru dagar armingans vándir, men hin hjartaglaði er altíð í veitslu. 16Betri er lítið við ótta fyri Harranum enn stórar ognir við óró afturat. 17Betri er ein verður av káli, har sum kærleiki er, enn ein feitur oksi við hatri afturvið. 18Bráðlyntur maður vekur klandur, men hin tolni stillar trætur. 19Vegur letingans er eins og ein tornagirðing, men gøtan hjá rættiligum er bein. 20Vísur sonur gleðir faðir sín, men ringur maður vanvirðir móður sína. 21Vitleysum manni er fákunnin ein gleði, men vitur maður gongur beint fram. 22Ráð verða til einkis, har sum eingin er ráðagerð, men har sum mangir ráðleggja, fáa tey frama. 23Maður hevur gleði av svari muns síns, og hvør gott er eitt orð í rættari tíð! 24Hin hygni gongur lívsins veg uppeftir til tess at sleppa frá deyðans ríki í neðra. 25Húsið hjá dramblátum rívur Harrin niður, men setir upp markaskjalið hjá einkjum. 26Ilskuráð eru Harranum ein andstygd, men vinsemdar orð eru rein. 27Tann, sum ránakendur er, fær hús sítt í ólag, men tann, sum mutur hatar, skal liva. 28Hjarta hins rættvísa hugsar um, hvat hann skal svara, men muðurin á gudleysum goysir út illskap. 29Langt er Harrin frá gudleysum burtur, men bønir hinna rættvísu hann hoyrir. 30Ljóst eygnabrá gleðir hjartað, góð tíðindi geva merg í beinini. 31Oyra, sum lýðir á lívsins áminningar, man halda seg aftur at teimum vísu. 32Tann, sum aga havnar, sál sína vanvirðir, men tann, sum lýðir á áminning, fer fram í vitsku. 33Ótti fyri Harranum er agi at vísdómi, og eyðmýkt gongur fram um æru.