Orðtøk Sálomons 14
14
Framhald av fyrsta savni
1Vitskan hjá konum byggir húsið, men fávitskan rívur tað niður við hondum sínum. 2Tann, sum rættiliga fer fram, óttast Harran, men tann, sum krókvegir gongur, vanvirðir hann. 3Í munni hins fákunna er hugmóðs koyril, men hjá vísum eru varrarnar ein vernd. 4Har sum eingi neyt eru, har er krubban tóm, men er oksin sterkur, verður inntøkan stór. 5Sannført vitni lýgur ikki, men svikaligt vitni fer við lygn. 6Spottarin søkir vísdóm, men til einkis, men hyggin maður lættliga kunnleika finnur. 7Far frá fávitskutum manni avstað, og ei tú fekst kunnskapar varrar at kenna. 8Vísdómurin hjá klókum manni er veg sín at skilja, men fákunnin hjá býttlingunum er svik. 9Skuldofrið dárarnar spottar, men hjá rættiligum er góður tokki. 10Hjartað kennir sína egnu sorg, og í gleði tess kann eingin annar seg blanda. 11Hjá gudleysum verða húsini løgd í oyði, men hjá rættiligum standa tjøldini í blóma. 12Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. 13Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur. 14Av atferð síni skal hin svikaligi mettast og góður maður av gerningum sínum. 15Hvørjum orði hin einfaldi trýr, men hin klóki varðar øll síni stig. 16Hin vísi óttast og víkur frá illum, men hin fákunni er bráður og óskoytin. 17Bráðræsin maður ger dáraverk, men svikafullur maður hataður verður. 18Einfaldir fávitsku arva, men vitrir verða av kunnskapi krýndir. 19Vándir skulu lúta fyri góðum, og gudleysir níga fyri durum hjá rættvísum. 20Enntá av næstingum sínum verður fátækur hataður, men mangir eru teir, sum ríkan elska. 21Tann, sum vanvirðir næsta sín, ger synd, men sælur er tann, sum armingum várkunnar. 22Munnu teir ikki villast, sum hugsa um ilt, og teir fáa miskunn og trúskap, sum hugsa um gott? 23Av øllum strevi vinningur fæst, men ber orð geva einki uttan tap. 24Ríkidømið er vísum ein krúna, men fávitskan hjá dárum er fávitska. 25Sannført vitni bjargar lívi, men tann, sum fer við lygn, er svikari. 26Tann, sum Harran óttast, eigur sterka vernd, og fyri børnum hans skal verða lívd. 27Ótti fyri Harranum er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. 28Fjøld av fólki er kongsins prýði, men trot av fólki er høvdingans fall. 29Spakførur maður hevur mikið skynsemi, men bráðlyntur maður fávitsku sýnir. 30Tolið hjarta er lív fyri likamið, men bráðræsi er rot í beinum. 31Tann, sum armingan kúgar, vanvirðir skapara hans, men tann, sum miskunnar fátækum, ærar hann. 32Hin gudleysi fellur fyri illskap sín, men hinum rættvísa er sakloysið ein lívd. 33Í hjartanum á vitrum heldur vísdómur seg kvirran, men hjá fávitskutum gerst hann kunnur. 34Rættvísi lyftir einum fólki, men syndin er fólkanna skomm. 35Hyggin tænari konginum væl líkar, men vreiði hans fær tann, sum illa ber seg at.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society