Orðtøk Sálomons 16
16
Framhald av fyrsta savni
1Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar. 2Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar. 3Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama. 4Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin. 5Ein og hvør hugmóðigur er Harranum ein andstygd, tú kanst vera vísur í, at hann ikki sleppur órevsaður. 6Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum. 7Tá ið Harrin líkar atferð hjá manni, tá sættir hann eisini fíggindar hans við hann. 8Betri er lítið við rættferð enn stórar innløgur við órætti. 9Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum. 10Guddómsorð eru á kongsins vørrum, í dómi skal muður hans ikki gera mistak. 11Rætt vág og rættar vágskálir hoyra Harranum til, hans verk eru øll lodd á vágini. 12At fremja ilt er fyri kongar ein andstygd, tí at við rættvísi stendur hásætið trygt. 13Rættlátar varrar kongum væl líkar, og teir elska teir, sum sannorðaðir eru. 14Kongsins vreiði er deyðans sendiboð, men vísur maður stillar hana. 15Í kongsins andlits ljósi er lív, og blídni hans er sum eitt æl um várið. 16Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur. 17At víkja frá illum er leiðin hjá rættvísum, at varða um veg sín er at varðveita sál sína. 18Hugmóð gongur undan undirgongd, og dramblæti undan falli. 19Betri at vera lítillátur við armingum enn at býta veiði við hástórum. 20Tann, sum gevur gætur eftir orðinum, finnur lukku, og sælur er tann, sum lítur á Harran. 21Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm. 22Fróðskapur er ein lívskelda hjá honum, sum hann eigur, men fávitskan er agin hjá fávitskutum. 23Hjarta hins vísa ger munn hans hygnan og økir um lærdómin á vørrum hans. 24Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini. 25Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. 26Hungur arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí at muður hans koyrir á hann. 27Eitt illmenni grevur vanlukkugrøv, og á vørrum hans er sum brennandi eldur. 28Falslyndur maður veldur trætur, og sleyivætti ger skilnað millum vina. 29Yvirgerðarmaður næsta sín lokkar og leiðir hann út á ringan veg. 30Tann, sum letur eyguni aftur, hugsar um svik, tann, sum trýstir varrarnar saman, hevur gjørt ilt. 31Grá hár eru ein heiðurskrúna, hon er at vinna á rættferðar vegi. 32Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg. 33Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society