Orðtøk Sálomons 13
13
Framhald av fyrsta savni
1Vitur sonur aktar áminning faðirs síns, men spottarin ikki eftir átølum lurtar. 2Maður nýtur gott av fruktum munsins, men hugurin hjá svikarum stendur at órætti. 3Tann, sum munn sín gætir, varðveitir lív sítt, men vanlukka verður skræðugákinum fyri. 4Sálin í letinganum tráar og fær einki, men sálin í ídnum monnum verður ríkliga mettað. 5Lygiorð hin rættvísi hatar, men hin gudleysi fremur skemd og skomm. 6Rættvísi varðar tann, sum í sakloysi gongur, men gudloysi fellir tann, sum ger synd. 7Mangur letst ríkur og eigur einki, mangur letst fátækur og eigur nógv. 8Mansins ríkidømi er loysigjald fyri lív hans, men hin fátæki sleppur frá at hoyra hóttur. 9Ljósið hjá rættvísum skínur fagurliga, men lampan hjá gudleysum sloknar. 10Av hugmóði standast bert trætur, men hjá teimum, ið taka við ráðum, er vitska. 11Ódrúgt er skjótfingið ríkidømi, men tann, sum savnar smátt og smátt, verður ríkur. 12Longlig væntan ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er eitt lívstræ. 13Tann, sum vanvirðir orðið, týnir seg sjálvan, men tann, sum boðorðið óttast, fær løn. 14Vísmans læra er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. 15Góður fróðskapur gevur tokka, men vegurin hjá svikarum er teimum til undirgangs. 16Klókur maður ger alt við skynsemi, men býttlingurin breiðir út óvitsku. 17Gudleyst sendiboð fellur í ólukku, men trúgvur sendisveinur er heilsubót. 18Armóð og skomm fær tann, sum ikki áminning skoytir, men tann, ið tekur við revsing, fær heiður. 19Uppfylt ynski er søtt fyri sálina, men at víkja frá illum er býttlingunum ein andstygd. 20Halt teg at vísum, tá verður tú vísur, men illa gongst tí, sum er í hóslag við býttlingum. 21Ólukkan syndararnar eltir, men lukkan at hinum rættvísu nær. 22Góður maður leivir barnabørnum arv, men syndarans góðs er goymt hinum rættvísa. 23Nýlendi fátækra manna gevur ríka føði, men mangur verður týndur fyri órættferð sína. 24Tann, sum koyrilin sparir, son sín hatar, men tann, sum hann elskar, agar hann snimma. 25Hin rættvísi etur og verður mettur, men gudleysir fáa tóman maga.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society