Skip to content

Orðtøk Sálomons 12

12
Framhald av fyrsta savni
1Tann, ið elskar aga, elskar kunnskap, men tann, ið hatar revsing, er fákunnur. 2Hin góði fær hjá Harranum náði, men svikafullan mann hann dømir. 3Eingin maður verður støðufastur við gudloysi, men hjá rættvísum vikast ei rótin. 4Ein dugandi kona er manni sínum ein krúna, men ring kona er sum rot í beinum hans. 5Hugsanir hjá rættvísum eru hitt rætta, men ráðgerðir hjá gudleysum eru svik. 6Orðini hjá gudleysum eru um at ráða bana, men muðurin á rættvísum bjargar teimum. 7Gudleys verða kollvelt og eru so ikki longur til, men húsini hjá rættvísum standa. 8Eftir vitsku síni verður maður rósaður, men hin rangsinnaði verður fyri háð. 9Betri at vera lítil í metum og hava ein træl, enn at látast mikil og ikki eiga mat. 10Rættvísur hevur hjartalag fyri fenaði sínum, men gudleysur er harður í skapi. 11Tann, ið jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, ið gongur eftir fáfongd, hevur einki skil. 12Gudleysur hevur hug eftir illum fongi, men hjá rættvísum gevur rótin frukt. 13Varranna synd er ring snerra, men rættvísur sleppur út úr neyð. 14Av fruktum munsins fær maður góða mettu, og maður fær aftur tað, sum hendur hans gjørdu. 15Hin fákunni heldur sín veg vera rættan, men hin vísi lurtar eftir ráðum. 16Hin fákunni vísir straks gremju sína, men hin vitri vanvirðu dylur. 17Tann, ið sannførur er, mælir tað, ið rætt er, men falsvitni mælir svik. 18Tosið hjá mongum er sum svørðstingur, men tungan á vísum grøðir. 19Sannleiksvarrar standa við allar ævir, men lygitungur bert eina stund. 20Svik er í hjørtum teirra, sum ráðleggja ilt, men hjá teimum, sum elva frið, er gleði. 21Einki ilt hin rættvísa rámar, men gudleysir eru av vanlukkum fullir. 22Lygivarrar eru Harranum ein andstygd, men teir, sum við sannleika fara, væl honum líka. 23Vitur maður sín kunnleika loynir, men býttlinganna hjarta fer hátt við fákunni síni. 24Íðin hond kemur til ræði, men leti førir til trældóms. 25Harmur í hjarta á manni nívir tað niður, men eitt gott orð gleðir tað. 26Hin rættvísi velur sær haglendi sítt, men vegurin hjá gudleysum villir teir. 27Letingin fær onga villibráð, men ídnin er manni dýrt ríkidømi. 28Á rættferðar leið er lív, men gudloysis vegur gongur til deyða.